16. Jan. 2013

Fýra verkætlanir gjøgnum Fiskivinnuroyndir (FVR)

 

Nakað av virkseminum á Havstovuni er fíggjað uttan um játtanina á fíggjarlógini. Onkrar verkætlanir verða fíggjaðar úr útlendskum grunnum, men á hvørjum ári verður eisini søkt um fígging úr føroyskum fíggingargrunnum. Í 2013 hava fýra verkætlanir fingið játtandi svar frá Fiskivinnuroyndum.Tríggjar av verkætlanunum fevna um eitt ár. Tær verkætlanirnar eru:

 

Kanningar av hvørjar sildastovnar vit hava undir Føroyum, og hvat sildin etur á føroyska landgrunninum. Henda verkætlan miðar ímóti at kanna, hvørji sildasløg vit hava undir Føroyum við støði í vakstrarmynstrum í nytrunum. Eisini verður føðin hjá sild á føroyska landgrunninum kannað, og síðsti tátturin í verkætlanini er at gera undankanningar við akustiskum mátingum av sild heilt inni við land.

 

Nøgd av makreli undir Føroyum í eina øld (Arctica III). Henda verkætlanin snýr seg um at brúka vøksturin hjá kúpuskel til at meta um liviumstøður á føroyska landgrunninum við serligum atliti til, hvussu nógvur makrelur hevur verið undir Føroyum seinastu øldina.

 

Kalibrering av Multpelt samplingstrolinum til altjóða yvirlitstrolingar av makreli. Henda verkætlan hevur sum høvuðsendamál at kunna fáa sambærilig tøl fyri felags yvirlitstrolingar hjá fýra skipum, ið øll nýta sama trol. Kanningarnar, ið gerast skulu, eru neyvar mátingar av, hvussu trolið gongur í sjónum, umframt at máta breidd og hædd av trolgapinum, meðan tóvað verður.

 

Fjórða verkætlanin fevnir um trý ár. Henda verkætlanin eitur “Útbreiðsla, lívfrøði og fiskiskapur av longu og brosmu undir Føroyum”. Hon hevur sum endamál at uppdatera vitan um útbreiðslu, lívfrøði og fiskiskapin av longu og brosmu undir Føroyum. Harumframt verður grundarlag lagt undir stovnsmetingar, við tí fyri eyga at kunna verða før fyri at siga, um veiðan eftir longu og brosmu undir Føroyum er burðardygg, ella hvat krevst fyri at uppfylla hesi krøv.

 

Fult yvirlit yvir verkætlanir, sum Fiskivinnugransking fíggjar í 2013, sæst á teirra heimasíðu fvg.fo.