19. Des. 2012

Havstovan nógv vitjað

 

Umleið 200-300 fólk í øllum aldri vitja Havstovnuna um árið fyri at kunna seg um virksemið á stovninum. Alt, frá fólki úr pensionistafeløgum, miðnámsskúlum og fólkaskúlanum til forvitnar gentur og dreingir úr barnagørðum.

 

Dúgligastir at vitja eru fólkaskúlanæmingarnir. Her eru tað serliga næmingar, sum hava lívfrøði ella sjóvinnubreyt á tímatalvuni, sum koma á gátt.

 

Á slíkari kunningarvitjan verður greitt frá, hvat stovnurin ger. Tey fáa t.d. innlit í yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinasyni, og tey verða kunnað um bæði havfrøði, klima, fisk, fugl og hval.

 

Havstovan er ein av størstu granskingarstovnunum í Føroyum. Tískil er tað ein heilt natúrligur partur av virkseminum, at stovnurin hevur slíkt tilboð. Serliga til yngra ættarliðið, sum skal nema sær útbúgving seinni í lívinum.

 

Eitt greitt tekin um, hvussu vælumtóktar vitjanirnar á Havstovuni eru, er, at somu lærarar koma aftur ár eftir ár – við nýggjum árgangum av forvitnum næmingum.

 

Í ár hava um 300 fólk vitjað Havstovuna.