11. Des. 2012

Starvsvenjing

 

Eitt av aðalmálunum hjá Havstovuni er, at stovnurin skal taka ímóti starvsnæmingum á hvørjum ári, og at næmingarnir veruliga skulu læra nakað í starvsvenjingartíðini.

 

Ongin skúlanæmingur verður sleptur upp á fjall, tá hann fer í starvsvenjing á Havstovuni. Stovnurin hevur eina fasta skipan til næmingin. Starvstíðin verður løgd soleiðis til rættis, at næmingurin er á hvørjari deild í minsta lagi tveir dagar, so hann fær innlit í, hvat tað merkir at arbeiða á einum slíkum stovni. Seinasta dagin fær næmingurin eitt spurnarblað útflýggjað, har hann sleppur at svara spurningum um ymisk økir, hann hevur arbeitt við. Tað kann t.d. vera okkurt lívfrøðiligt um fisk, havumhvørvið ella onnur evnir.

 

Eisini eru starvsnæmingar, ið vilja sleppa við havrannsóknarskipinum Magnusi Heinasyni, ið hoyrir til stovnin. Tá eru teir við í øllum dekksarbeiði umborð. Teir sleppa at gera klárt til túr og taka útgerð umborð, alt eftir hvør túrur stendur fyri framman. Stendur fiskideildin fyri túrinum, sleppa teir at royna seg í fiskiskapi. Tá er næmingurin við í øllum trolarbeiði og sleppur m.a. at hagreiða fisk og halda skipið reint. Stendur umhvørvisdeildin fyri túrinum, eru næmingarnir eitt nú við til at taka streymmátarar upp og seta nýggjar streymmátarar út. Eisini verða tiknar støðir, har hiti, salt og æti í sjónum verða mátað. Haraftrat sleppa næmingarnir at fylgja við og síggja hvussu tær dátur, sum koma burturúr slíkum túrum, verða fingnar til vega og hvussu tær verða savnaðar á landi. Tað er umleið 4 starvsnæmingar um árið á Havstovuni.