08. Nov. 2012

296 toskamerkir latin inn síðan seinasta lutakast

 

Havstovan hevur síðan 1997 gjørt eitt stórt átak fyri at merkja fisk, serliga tosk, við Føroyar. Tilsamans 32355 toskar eru merktir hesi árini, og 9894 eru fiskaðir aftur, svarandi til 30,6 %.

 

Eitt lutakast um 12500 krónur verður hildið eina ferð um árið millum innlatin fiskamerkir og seinasta lutakastið var í desember 2011. Síðan tað, og fram til 7. november í ár, eru tilsamans 296 toskamerkir latin inn.

 

Flestu av hesum toskum vóru merktir í 2011 (158), meðan fleiri vóru merktir í 2010 (61), í 2009 (37) og í 2008 (25). Bert 13 toskar av hesum 296 vóru merktir í 2007 ella áðrenn, og bert tríggir í 2012. Av teimum 9894 afturfingnu toskunum eru bert 13 fingnir uttan fyri føroyskt havøki.

 

Seinasta freist at lata fiskamerkir inn til lutakastið í ár er 12. november.