11. Okt. 2012

Mátingar í kvarta øld

 

Magnus Heinason er júst afturkomin eftir at hava kannað sjógvin kring Føroyar í lítla viku. Mátað vórðu hiti, salt, ljós og fluorescens, umframt at prøvar vórðu tiknir til kanningar av æti. Hesar mátingar hava verið gjørdar tríggjar til fýra ferðir um árið í 25 ár.

 

Mátingar verða gjørdar við einum tóli, sum nevnist CTD (Conductivity, Temperature, Depth recorder). Meðan skipið liggur stilt, verður CTD-in lorað niður gjøgnum sjógvin. Á veg niður mátar CTD-in hita, saltinnihald, ljósstyrki og fluorescensin í sjónum, sum er eitt mát fyri mongdini av plantuplankton (plantuæti).

 

Prøvarnir til kanningar av æti verða tiknir við einum glúpi frá 50 metra dýpi og verða seinni kannaðir á starvsstovuni á Havstovuni.

 

Túrfrágreiðing kemur seinni.