19. Sep. 2012

Havalda reinsar botnin undir alibrúkum

 

Hetta var høvuðsboðskapurin í framløgu sum Gunnvør á Norði helt á árligu ICES-ráðstevnuni, sum er í Bergen í hesum døgum. Framløgan byggir á kanningar í Funningsfirði, gjørdar í samband við eina verkætlan á Fiskaaling , við tí endamáli at kanna, um alda og streymur kunnu flyta fóður og skarn frá botni.  

 

Tað vakti ans ímillum granskarar, at havalda reinsaði botnin á 54 m dýpi, og at hart rák niðri við botn ikki hevði stórvegis árin. Hetta, tí tað verður ofta tikið fyri givið, at um streymferðin niðri við botn av og á er størri enn 10 cm s-1, so verður alitilfarið flutt vekk, men vit hava mált streymferðir upp til 25 cm s-1 niðri við botn, uttan at alitilfar var flutt. Harafturímóti hevði havalda, hægri enn 2 m, stóra ávirkan á botnin. Í samband við framløguna á ráðstevnuni, varð ein grein skrivað, har úrslitini verða lýst nærri.

 

Grein

 

Lýsing av verkætlan
http://www.fiskaaling.fo/default.asp?menu=422