06. Sep. 2012

Vøkstur hjá havtasku

 

Havtaska við Føroyar veksur líka skjótt sum toskur. Tað er staðfest við at kanna longdarbýtið hjá havtasku, aldursgreina ”tráðuna”og kanna vøkstur frá merktum havtaskum.

 

Havtaska veksur uml. 18 cm fyrsta árið. Síðani veksur hon í miðal 5 til 10 cm um árið, alt eftir hvussu stór hon er, tí lítil havtaska veksur skjótari enn stór havtaska.

 

Tá havtaskurnar eru 5 ára gamlar, byrja honirnar og hannarnir at vaksa ymiskt. Tá eru tær um 60-65 cm langar og viga 2-4 kg kruvdar. Honirnar gerast størri og liva longur enn hannarnir. Nærum allar havtaskur, størri enn 80 cm, eru honir.

 

Hetta, umframt ymiskt annað, verður umrøtt í greinini ”Age and growth of anglerfish (Lophius piscatorius) in Faroese waters”, som er útgivin í Fisheries Research.

 

Myndatekstur:
Tvørskurður av “tráðuni” hjá eini 70 cm langari havtasku. Aldursringarnir eru merktir við hvítum prikkum. Hvíta linjan undir myndini er 0,5 mm long. Myndin er tikin í sjóneyku, sum er økt 40 ferðir.