28. Aug. 2012

Fleiri havhestaungar í Høvdanum

 

Í fjør komu 85 havhestaungar undan í Høvdanum á Skúvoynni, og í ár eru teir 101, so sjálvt um lítið hevur verið at fingið á sjónum enn, so kann væntast, at havhestaungarnir verða minst líka nógvir sum í fjør. Havhestarnir í Høvdanum eru taldir á hvørjum ári síðani 2001. Fyrst verða allir havhestarnir og havhestareiðrini skrásett á myndir. Hetta verður gjørt meðan havhesturin liggur á reiðri í juni og juli, og síðani verða øll reiðrini kannað aftur, beint áðrenn ungarnir eru floygdir, fyri at skráseta, hvussu nógvir ungar koma undan. Eisini verður skrásett, hvørji reiður verða brúkt á hvørjum ári, og úr hvørjum reiðri ungarnir verða floygdir. Hóast tað eru yvir 300 reiður, so vórðu bara 253 brúkt í ár og 101 ungar komu undan.

 

Sum heild eru broytingarnar í havhestastovninum ikki so stórar, sum í hinum sjófuglastovnunum. Tað hevur verið ein minking fram til 2007, bæði í talinum av havhesti, reiðrum og ungum, men síðani vaks aftur, og tað hava ongantíð verið so nógvir havhestar og reiður sum í 2009, men so minkaði skjótt aftur, og tað hava ongantíð verið so fáir havhestar sum í fjør. Hesi sveiggini í talinum á havhesti eru ikki tí at tað doyggja fleiri ella færri havhestar hesi árini. Orsøkin er, at umstøðurnar hjá havhestinum eru ymiskar, serliga viðurskiftini í havinum, so teir brúka meira og minni tíð í berginum. Men nú hevur so aftur verið ein vøkstur í Høvdanum; 5% fleiri havhestar, 14% fleiri reiður og 19% fleiri ungar enn í fjør. Tað komu tó ikki so nógvir ungar undan, sum ein kundi væntað, tí ungar vóru bert í 40% av reiðrunum. Tað besta árið, 2010, vóru ungar í 60% av reiðrunum.