24. Aug. 2012

Framvegis nógvur makrelur í Norðurhøvum

 

Felags kanningarnar av makreli í summar vísa, at makrelstovnurin enn er á høgum stigi. Kanningarnar eru skipaðar sum yvirlitstrolingar, har Føroyar, saman við Íslandi og Noregi kanna nøgd og útbreiðslu av makreli um summarið, tá hann leitar sær føði í Norðurhøvum.

 

Umleið 5 milliónir tons av makreli vórðu í økinum, ið fevndi um stóran part av útbreiðsluøkinum í Norðurhøvum. Hetta er á leið sama nøgd, sum kanningarnar vístu í 2010. Av tí at kanningarnar í 2011 ikki fevndu um líka stórt øki sum hini bæði árini, ber ikki til beinleiðis at samanbera tølini í ár og í fjør.

 

Yvirlitstolingarnar vísa, at útbreiðslan av makreli enn sýnist at vaksa. Okkurt bendir eisini á, at sildin má víkja fyri makrelinum í kappingini um føði (djóraæti). Tíanverri er nøgdin av djóraæti framvegis á lágum stigi.

 

Tað er heitari enn miðal í Norðurhøvum fyri seinastu 20 árini, serliga vestan fyri Ísland og í Irmingarhavinum. Tó er økið norðan fyri Íslandsryggin og norðan fyri Føroyar heldur kaldari í ár enn undanfarin ár. Ávirkanin av kalda Eysturíslendska streyminum og liggjandi høgættin kunnu vera orsøkir til, at makrelurin sýnist at hava verið seinni á veg í føroyskan sjógv í ár enn í fjør.

 

Kanningarnar kunnu styrkja verandi stovnsmetingarnar av makreli í ICES, sum higartil byggir á eggteljingar, ið bert verða gjørdar triðja hvørt ár. Yvirlitstrolingarnar verða gjørdar hvørt ár, og mett verður, at hesar eru so mikið álítandi, at tær kunnu verða partur av stovnsmetingunum um fá ár.

 

Fyri Føroyar luttók Christian í Grótinum.

 

Les alla frágreiðingina

 

Jan Arge Jacobsen
23. august 2012

 

Útbreiðsla av makreli (kg pr. fjórðing) í juli-august 2012.
 
Nøgd (kg pr. ½ tíma) av makreli (reytt) og sild (blátt) í juli-august 2012. Støddin á sirklunum vísir nøgdina.
 
Nøgd av makreli í ymisku økjunum sambært felags yvirlitstrolingunum í summar.