23. Aug. 2012

Liðugt umvældur men liggur kortini

 

Í summar varð greitt, at Magnus Heinason var so illa tærdur, at nógvar umvælingar máttu gerast við skipið, áðrenn tað aftur kundi fara í sigling. Tær umvælingarnar eru nú gjørdar. Arbeiðið er goldið av játtanini til skipið á fíggjarlógini, og neyðugt er við eykajáttan, fyri at nakrar rannsóknir kunnu gerast, tað sum eftir er av árinum. Eykajáttan krevur samtykt í Løgtinginum. Vónandi fæst tað í lag sum skjótast.

 

Eftir ætlan skuldi skipið á yvirlitstrolingar eftir botnfiski á Landgrunninum, beinan vegin umvælingarnar vóru lidnar. Úrslitini frá yvirlitstrolingunum verða m.a. brúkt til stovnsmetingar.

 

Yvirlitstrolingar verða á hvørjum ári gjørdar somu tíðir á árinum, og um tað dregur ov nógv út, ber illa til at samanbera við árini frammanundan. Tá er trúligt, at ICES fer at taka fyrivarni fyri óvissum í stovnsmetingunum og tilmælunum. Umframt yvirlitstrolingarnar á Landgrunninum eru aðrar kanningar á skránni, tað eftir er av árinum. Hesar eru m.a. kanningar av havfrøði og æti á víðum havi, yvirlitstrolingar á Føroyabanka, kanningar av makreli á Landgrunninum, royndir eftir kongafiski og merkingar av toski.

 

Eisini fyri sølu av okkara fiskavørum, er støðan óheppin. Tað, at yvirlitstrolingar eftir okkara botnfiskastovnum ikki verða gjørdar vegna vantandi fígging, er eitt vánaligt signal at senda uttanlands og eitt bakkast hjá teimum, sum arbeiða fyri at geva føroyskum fiskavørum og umsiting av okkara tilfeingi eitt gott umdømi hjá útlendskum keyparum.