04. Juli. 2012

Botnkort sum veggjaprýði

 

Ekkóloddsskot frá Magnusi Heinassyni síðani 1999 eru saman við øðrum dátum grundarlagið undir nýggjum botnkortum. Nú hevur Havstovan prentað eitt botnkort sum plakat.

 

Umframt dáturnar, sum eru innsavnaðar eftir slóðini hjá Magnusi Heinassyni síðani 1999, eru eisini líknandi mátingar eftir slóðini hjá vaktar- og bjargingarskipinum Tjaldrinum í ár 2000, mátingar hjá Landsverk inni á firðunum, og dýpir frá seismiskum kanningum eystur av Munkagrunninum, sum Jarðfeingi hevur lagt til rættis. Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur staðið fyri at savna hesar dáturnar.

 

Nú hevur Havstovan latið prentað plakatir við hesum kortinum, og tey kunnu keypast við at venda sær til Havstovuna.

 

Stór plakat (1000 x 700 mm) kr. 150,-

Lítil plakat, A3 (420 x 297 mm) kr. 50,-