02. Juli. 2012

”Føroysk” havtaska fingin við Noregs strendur

 

Týsdagin 26. juni 2012 fekk Havstovan tíðindi frá ”Havforskningen” í Bergen, um at ein fiskimaður hevði fingið eina merkta havtasku. Havtaskan vísti seg at vera merkt í Føroyum. Hon var fingin 22. juni 2012 í ein útnyrðing úr Runde, sum er í útnyrðingspartinum av Noregi (knattstøða: 62o34’ N, 005o04’ E). Trý ár frammanundan – tann 26. juli 2009 – var hon merkt við garnabátinum ”Gudrun” norðanfyri Føroyar (knattstøða: 62o49’ N, 006o45’ V). Havtaskan var 97 cm til longdar, tá hon var merkt, og í miðal má hon hava svomið einar 500 m um dagin, fyri at klára at flyta seg 300 fjórðingar uppá hesar 1092 dagarnar.

 

Hetta vísir enn einaferð, at havtaska er før fyri at ferðast millum Norðurlondini. Áður er ein havtaska, sum var merkt við Føroyar, farin til Íslands – og so nú: ein til Noregs. Havtaskur, sum eru merktar við Hetland, hava ferðast til Noregs, Føroya og Íslands. Havtaskur, sum eru merktar við vesturlandið í Noregi eru afturfingnar í Norðurnoregi, Hetlandi og Føroyum. Ongar størri merkiroyndir við havtasku eru gjørdar í Íslandi, og tískil vita vit ikki um havtaskur eisini ferðast haðani.

 

Vit vilja takka fiskimonnum fyri at lata okkum upplýsingar um merktan fisk. Uttan hjálp frá teimum eru úrslit, sum hesi, vit her hava greitt frá, ikki møgulig.

 

Mynd 1. Mynd, sum vísir hvar havtaskan varð merkt (blái fýrakanturin) og hvar hon var afturfingin (reyði fýrakanturin).