18. Juni. 2012

Tussafiskur

 

Ceratias holboelli, ein heldur sjáldsamur fiskur.

 

Tann 29. mai 2012 fekk M/tr Vesturbúgvin ein heldur sjáldsaman fisk í trolið, tá teir vóru á gulllaksaveiði vestur úr Mykinesi.

 

Ein av manningini tók sær av fiskinum og fekk, umvegis ein vinmann á landi, fiskin til Havstovuna.

 

Fiskurin var ein tussafiskur, á latíni Ceratias holboelli, og hann var 90 cm langur og vigaði 9,2 kg. Hetta var ein kvennfiskur og teir kunnu verða heilt upp í 120 cm langir. Kallfiskarnir av hesum slagnum eru smáir, helst ikki yvir 16 cm.

 

Ofta eru slíkir fiskar illa skalaðir av viðferðini í trolinum og á ferðini til okkara, men hesin var so at siga heilur, og tí kundu góðar myndir takast av honum.

 

Fiskurin er svartur, hvassir naddar eru um allan fiskin, lang stong upp úr høvdinum, í heila takið eitt undarligt skap. Eyguni síggjast illa men tey eru har kortini, ovarliga og aftur móti stongini. Hann livir um øll høv uttan í teimum køldu sunnan- og norðanfyri. Hann livir á dýpum frá vatnskorpuni og niður á umleið 2000 m, bæði uppi í sjónum og við botn.

 

Slagið er rættiliga væl kent men sæst ikki ofta. Hesin hjá Vesturbúgvanum er tann triði, ið er fráboðaður Havstovuni at verða fingin undir Føroyum seinastu umleið 40 árini.

 

Trý onnur tussafiskasløg eru eisini fingin við Føroyar og tey eru Grønlandstussi, lítli tussafiskur og Lusifer.

 

Meira fæst at vita um fiskin við at Googla ’fiskar undir Føroyum tussafiskur’, ella við at skriva latínska navnið í Google.

 

Havstovan er altíð áhugað at frætta um eitthvørt óvanligt úr sjónum, veri seg fiskur ella annað.

 

Ein tøkk til teir, sum gjørdu sær tann ómak at fáa okkum fiskin.

 

Rógvi Mouritsen