11. Juni. 2012

Stovnssamansetingin av makreli kannast

Havstovan er við í einari trý-ára verkætlan, sum skal kanna stovnssamansetingina av makreli í Norðuratlantshavi.

 

Endamálið við verkætlanini er at brúka ílegukanningar, tiknar í ymiskum støðum til at lýsa stovnssamansetingina av makreli í Norðuratlantshavi. Ætlanin er at kanna, um upprunin av makreli í økjunum við Ísland, Føroyar og Noreg er tann sami ella við øðrum orðum, um makrelurin í Norðuratlantshavi er ein og sami stovnur.

 

Verkætlanin hevur heitið “Stock structure of the Atlantic Mackerel (Scomber scombrus L.). An ecological-time scale approach to solve stock(s) management”, stytt SAM.

 

NORA (Nordisk Atlantsamarbejde) fíggjar verkætlanina. Arbeiðið verður gjørt sum eitt samstarv millum granskarar og vinnufeløg í Føroyum, Íslandi, Noregi og Kanada. Luttakari á Havstovuni er Jan Arge Jacobsen.

 

Les um verkætlanina á heimasíðuni hjá NORA her undir “Makrelbestand”.