07. Mai. 2012

Norðurlendsk verkætlan um klima-vistskipan liðug

Vit hava fyrr ávíst tætt samband millum tann sonevnda subpolara meldurin í Norðuratlantshavi og havveðurlagið (hitalag, streymar osv.) um okkara leiðir. Lokna verkætlanin (Subpolar Atlantic – Climate and Ecosystems, SPACE) hevur víst, hvussu hesin meldur eisini stýrir plantuæti, djóraæti, útbreiðslu av svartkjafti og mongd av grindahvali, sum kemur upp á land í Føroyum. Eitt aðalmál við verkætlanini var at eftirkanna møguligt samband til tilgongdina til svartkjaftastovnin. Fyribils úrslit týða uppá eitt møguligt samband, og at hetta kann geva týdningarmikla vitan um tilgongdina til stovnin, áðrenn fiskurin kemur í fiskaríið.

 

Hetta var ein sonevnd netverks-verkætlan við vísindafólki úr londum í Útnorðuri, har uppsjóvarfiskurin hevur stóran búðskaparligan týdning. Serfrøðingar úr Scotlandi, Onglandi og USA vóru eisini við í SPACE, og hesir komu við týdningarmiklari vitan og data úr Norðuratlantshavinum. Verkætlanin var eisini viðvirkandi til at Havstovan í dag tekur lut í tveimum størri EU verkætlanum, EURO-BASIN og NACLIM.

 

Frágreiðing