30. Apr. 2012

ICES stovnsmetingar

 

Í hesari vikuni eru fiskifrøðingar frá Havstovuni á ICES í sambandi við tær árligu stovnsmetingarnar av toski, hýsu og upsa. Í stovnsmetingunum verða viðgjørd viðurskifti, sum hava við hesar stovnarnar at gera, m.a. tal og stødd av fiski í hvørjum einstøkum árgangi, hvussu teir eru fyri og veiðutrýstið, t.e. hvussu stórur partur av teimum einstøku árgangunum er veiddur í farna ári. Eisini vera føðiviðurskiftini hjá hesum trimum fiskasløgunum í farna ári viðgjørd.

 

Grundarlagið undir stovnsmetingunum er veiðan hjá ymisku pørtunum av fiskiflotanum, yvirlitstrolingar við Magnusi Heinasyni og aðrar kanningar á Havstovuni.

 

Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni er formaður í arbeiðsbólkinum, sum eisini viðger stovnar í íslendskum og grønlendskum sjógvi.

 

Úrslitini verða tøk í maj mánaða.