26. Apr. 2012

Fyrsti makreltúrurin liðugur

 

Magnus Heinason hevur verið fyrsta makreltúrin í ár. Makrelur var enn ikki komin norður móti oyggjunum. Royndirnar vórðu gjørdar við flótitroli, tóvað í vatnskorpuni, í tíðarskeiðinum 19. - 24. apríl 2012. Tó var nakað av makreli komið norður um markið inn í føroyskan sjógv, sambært nótaskipunum, ið royndu eftir svartkjafti suður móti bretska markinum. Hesi fingu makrel seinastu dagarnar vit vóru úti.

 

Kanningar í fjør vístu, at tíðliga í mai var makrelur komin í føroyskan sjógv og var at finna rundan um oyggjarnar.

 

Kanningin er partur av verkætlanini "Makrelur á Landgrunninum", fíggjað av FVG (Fiskivinnu-gransking) og Havstovuni. Endamálið við verkætlanini er at kanna, hvønn leiklut makrelur hevur í vistskipanini uppi í sjónum í føroyskum øki.

 

Les alla fráðgreiðingina her

 

Jan Arge Jacobsen

 

 

 

 

Mynd 1. Siglingarleiðir (svartar strikur) og hál (reyðir tríkantar) har tóvað var í vatnskorpuni.