18. Apr. 2012

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

 

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligu kanningarnar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar. Seinastu 15 árini hevur Havstovan mátað gróðurin av plantuplankton á Landgrunninum hvørja viku frá fyrst í apríl til út í september mánaða. Hetta verður gjørt fyri neyvt at fylgja við útlitinum hjá vistskipanini á Landgrunninum. Plantuplankton er fyrsta lið í føðiketuni og harvið grundarlagið undir øllum øðrum lívi í sjónum. Kanningarnar hjá Havstovuni seinastu árini hava víst, at neyvt samband er millum gróðurin av plantuplankton á Landgrunninum og eitt nú tilgongd og vekt hjá toski og hýsu á Landgrunninum. Tað er tí við stórum spenningi, at fylgt verður við úrslitunum frá mátingunum hvørja viku. Kanningarnar verða gjørdar í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, sum tekur prøvarnar í Skopunarfirði hvønn týsdag, og úrslitini verða dagførd á heimasíðuni hjá Havstovuni hvønn mikudag. Til ber at fylgja við gongdini á heimasíðuni hjá Havstovuni, við at trýsta her .

 

Plantuplankton eru evarska lítlar plantur, sum sveima í sjónum, og nørast sum aðrar plantur við sólarorku og tøðevnum. Sjálvar kanningarnar vera gjørdar við at máta innihaldið av grøna litevninum klorofyl í sjónum. Hetta evnið nýta planturnar til at fanga sólarljósið, sum síðan verður brúkt sum orka til vøksturin. Nøgdin av hesum evni er eitt mát fyri, hvussu nógv plantuplankton er í sjónum.

 

Plantuplankton er bert ein brøkpart av einum millimetri til støddar. Myndin vísir ymisk sløg av plantuplankton.