27. Feb. 2012

Merktur fiskur, ið er leingi burtur eftir merking

 

Mitt í februar mánaði í 2012 kom á Havstovuna ein maður við einum merktum upsa. Hetta var ein stórur fiskur, ið hevði eitt sokallað Floy-merki, ið er eitt útvortis ryggmerki.

 

Hesin upsin bleiv merktur á Suðureysturlandinum í Íslandi tann 14. juli 2003 og var tá 63 cm langur. Hann varð afturfingin 6. februar 2012 á Fugloyarbankanum og var tá 109 cm langur.

 

Merkið og nytrur saman við øðrum upplýsingum verða send Hafrannsoknastofnuninn í Reykjavík.

Upsin er ivaleyst komin higar at gýta í Holinum á Fugloyarbanka, nú upsagýtingin byrjar, og tað er tí væl hugsandi, at hann sjálvur er gýttur undir Føroyum eisini og síðan, sum stórseiður ella smáupsi, farin til stroks vestureftir, so sum upsi oftani hevur fyri. Hann bar merkið í 9 ár, og ein 63 cm langur upsi er vanliga 5 ára gamal, so hesin hevur trúliga verið eini 14 ára gamal, nú hann varð veiddur. Hesum finna tó íslendingar ivaleyst út av einaferð seinni.

 

Í sambandi við hendan íslendskt merkta upsan er okkurt at viðmerkja um merking av fiski, og hvussu leingi teir hava verið burtur. Niðanfyri eru 2 boksir, tann fyrra við ’gomlum’ merktum upsum og tann seinna við einum ’gomlum’ toski.

 

Teir upsar ið eru merktir undir Føroyum og eru afturfingnir her og sum hava verið burtur í meira enn 10 ár eru hesir:
M = merkt,

R = afturfingin

 

 

Toskur:
Ein toskur ið varð merktur vestan fyri Suðuroy, er tann føroyski toskurin, ið hevur havt merkið longst. Hann bleiv merktur tann 15. juli 1952 á pos. 6130N – 700V, tað er einar 4 fj. vestur úr Fámjin.
Hann varð afturfingin tann 28. januar 1966 á pos. 6340N – 1630V. Tað var skipið ’Soli Deo Gloria’ úr Klaksvík, ið fekk hann út av Ingolfshøvda á Suðureysturlandinum í Íslandi. Hann var burtur í umleið 13 og eitt hálvt ár ella 5142 dagar. Tá hann varð merktur, var hann 49,2 cm langur og tá hann varð afturfingin var hann 85 cm.

 

Havstovan 22. febr. 2012
Rógvi Mouritsen