08. Feb. 2012

Framhald av verkætlanini “Makrelur á Landgrunninum”

 

Havstovan hevur fingið játtað fígging til verkætlanina “Makrelur á Landgrunninum” eitt ár afturat. Endamálið er at kanna, hvørja ávirkan makrelurin hevur á vistskipanina í føroyskum øki.

 

Vaksandi nøgdin av makreli rundan um Føroyar og á Landgrunninum seinnu árini hevur mest sannlíkt ført við sær, at vistskipanin er broytt, serliga í ovaru løgunum, har makrelurin vanliga gongur. Vit vita tó ikki hvørjar broytingarnar eru. Tekur makrelurin yngul og rogn av øðrum fiski sum toski, hýsu, upsa og nebbasild, og tí kann ávirka hesar stovnar negativt? Ella etur hann somu føði sum úti á opnum havi, nevniliga reyðæti, og tí ikki beinleiðis ávirkar botnfiskastovnarnar? Nógvir spurningar standa ósvaraðir og nógvar gitingar hava eisini verið um hetta. Ynski er tí at kanna, hvørja ávirkan makrelur hevur á vistskipanina í føroyskum øki. Eisini verður kannað, hvussu leingi makrelurin er á Landgrunninum, og hvar hann er.

 

Sambært kanningunum, sum Havstovan skipaði fyri í fjør, hava vit staðfest, at makrelurin var longu komin í føroyskan sjógv tíðliga í mai mánaði. Royndarfiskiskapur síðst í november, har sjey nótaskip luttóku, vísti, at makrelurin tá var farin úr økinum. Kortini verður tann ungi makrelurin verandi í føroyskum øki fyrsta veturin, tí at seinnu árini er føroyskt øki blivið eitt av uppvakstrarøkjunum hjá makreli.

 

Hvat etur makrelur, meðan hann fitar seg upp í føroyskum øki? Fyribils vísa úrslitini, at makrelur fyri tað mesta etur djóraæti alt summarið. Hann etur tó eisini fisk, serliga frá august og út eftir. Nakað av rogni undan fiski og djóraæti verða etin í mai mánað.

 

Trupulleikin við kanningunum í summar var, at Havstovan ikki fekk prøvar av makreli inni við land í fyrru helvt av kanningartíðarskeiðinum (t.e. frá mars til august). Ein orsøk til hetta var, at fiskiskapurin eftir makreli fyri tað mesta var úti á djúpum vatni. Samstundis sum tað gekk illa at fáa makrel við dorg nær landi. Tí ber ikki til at koma við eini nágreiniligari niðurstøðu enn. Tað er serliga í apríl og mai, at møguleiki er fyri, at egg og yngul av gagnfiski kunnu verða etin av makreli, meðan tað rekur uppi í sjónum saman við øðrum æti. Vit hava tó ikki sæð annað enn yngul av nebbasild í einum prøva vestan fyri Sandoynna frá mai mánað í fjør. Einki yngul av botnfiski hevur verið at sæð í nøkrum makrelmaga, bert smáur hvítingsbróðir og kongafiskalarvur. Eitt tíðarskeið í september varð brislingur etin.

 

Vónandi fer at eydnast at fáa prøvar av makreli á Landgrunninum tíðliga í summar, soleiðis at staðfestast kann, hvørja ávirkan makrelurin hevur á annað lív í føroyskum sjóøki. Endalig frágreiðing verður latin Fiskivinnugransking við ársenda 2012. Heitt verður á menn, ið fáa makrel nær landi, at lata Havstovuni nakrar (5-10 stk.) at kanna.

 

Mynd. Yvirlit yvir,í hvørjum mánaði og hvar á Landgrunninum magaprøvar av makreli eru tiknir í 2011. Ljósi liturin er dýpið grynri enn 200 m og myrki er millum 200 og 500 m dýpi.

 

Jan Arge Jacobsen
Havstovan
8. februar 2012