03. Feb. 2012

Makrelkanningar í 2011

 

Í november mánað í 2011 skipaði Havstovan fyri royndarfiskiskapi eftir makreli í føroyskum øki, fyri at staðfesta um makrelur enn var her. Niðurstøðan var, at makrelurin var farin úr føroyskum øki síðst í november.

 

Í sambandi við kanningar av makreli í føroyskum sjógvi, skipaði Havstovan fyri fleiri kanningum, bæði royndarfiskiskapi og yvirlitstrolingum í fjør. Tvær yvirlitstrolingar við nótaskipi vórðu gjørdar á sumri, fyrra kanningin var í juli og seinna í august. Seinna kanningin var partur av felagskanning millum Føroyar, Ísland og Noreg, sum varð uppgjørd síðst í september í Reykjavík (pdf).

 

Seinasta kanningin í fjør varð skipað sum royndarfiskiskapur, har fleiri skip royndu eftir makreli síðst í november. Endamálið var at staðfesta, um makrelur enn var í føroyskum øki. Luttakandi skipini vóru nótaskipini Norðborg, Christian í Grótinum, Jupiter, Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði og Fagraberg, umframt ídnaðarskipið Atlantsfarið. Skipini royndu í tríggjar dagar, og kannaðu allan Landgrunninum umframt økið suður og eystur ímóti markinum (sí mynd). Kanningin staðfestir, at makrelurin er farin úr føroyskum sjóøki í november.

 

Hvussu leingi var makrelurin so í føroyskum sjógvi? Royndarfiskiskapur við Finni Fríða tíðliga í mai vísti, at makrelur longu tá var komin í føroyskt øki (http://www.hav.fo/PDF/Ritgerdir/2011/Smarit1106.pdf). Tá so skipini fiskaðu makrel í oktober, kann sigast, at makrelurin var í føroyskum øki í øllum førum frá mai til og við oktober í fjør.

 

Les alla fráðgreiðingina her

 

 

Siglingarleiðin hjá teimum sjey skipunum á royndarveiðu eftir makreli síðst í november mánað 2011. Í alt 11 hál vórðu gjørd (sirklar).