25. Jan. 2012

Dekkari til Magnus Heinasson

Søkt verður eftir dekkara til havrannsóknarskipið Magnus Heinason at byrja 1. mars 2012.

 

Tann, ið settur verður, skal hava heilsuváttan fyri sjófólk og trygdarskeið. Umframt skal hann hava góð samstarvsevni og vera røkin. Tað er ein fyrimunur at hava góðan kunnleika til trolreiðskap.

 

Lønar- og setanartreytir eru sbrt. sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

 

Nærri fæst at vita um starvið hjá Erling í Liða, reiðara (tlf. 35 39 00, e-post: This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ).

 

Umsóknarfreistin er 1. februar 2012.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.