17. Mai. 2023

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

 

Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri.

 

Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá Jákup Sverra, sum í ár var væl norðari enn undanfarin ár. Tað var einans inn móti íslendska landgrunninum og í útnyrðingshorninum og landsynningshorninum av kanningarøkinum at lítið var at síggja. Aldursgreiningin av sildini vísir, at tað enn er 2016 árgangurin sum er bulurin í vaksna stovninum.

 

Svartkjaftur var at síggja í eystasta partinum av kanningarøkinum, har sjógvurin eisini er lutfalsliga heitari enn vestanfyri. Meirilutin av svartkjaftinum vóru 2 og 3 ára gamlir.

 

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Bretlandi. Skipini úr Danmark, Noregi og Íslandi eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum.

 

Samlaða nøgdin av norðhavssild frá øllum rannsóknarskipunum, verður roknað á fundi um hálvan juni.

 

Øll túrfrágreiðingin kann síggjast her.

 

Sólvá Káradóttir Eliasen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )