20. Mars. 2023

Ph.d.-skeið um hav- og vistfrøði

 

21. august - 1. september 2023 skipa granskarar á Havstovuni fyri spennandi ph.d.-skeiði um sambandið millum hav- og vistfrøðina í eystara parti av Norðuratlantshavinum.

 

Heitið á skeiðnum er "Ecologically relevant oceanographic processes in the Northeastern Atlantic".

 

Skeiðið verður hildið á Fróðskaparsetrinum, umborð á Jákup Sverra og á Havstovuni.

 

Umsóknarfreist er 29. mai 2023.

 

Meir kunning um skeiðið er á heimasíðuni hjá Setrinum.