09. Sep. 2022

Merktu springararnir farnir í ymsar ættir

 

Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, og sum eftirfylgjandi fóru norður um oyggjarnar, eru farnir í ymsar ættir. Tann eini springarin fór skjótt vesturyvir, og hevur síðani ferðast suðuryvir, og er nú sunnan fyri Íslandsryggin.

 

Eini springarin, ið fór eysturyvir, er steðgaður á 40 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni. Tríggir springarar hava fylgst norður í Norskahavið, men nú er ein av teimum vendur við aftur móti Føroyum.

 

Hinir báðir springararnir eru í Norskahavinum, norðan fyri 64 stig. Annar av hesum springarunum hevur eitt av gomlu merkjunum, ið samband nú er við annan hvønn dag. Samband er við hinar springararnar hvønn dag.