25. Aug. 2022

Meira av makreli í Norðurhøvum

 

Úrslitini frá árligu felags kanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark, Íslandi og Grønlandi, eru nú tøk. Vísitalið av makreli fyri Norðurhøv er hækkað við 43% prosentum í mun til í fjør. Av tí at vísitalið í fjør minkaði niður í eina helvt, er støðið í ár lægri enn árini fram til 2020 (Mynd 1).

 

Síðstu fýra árini hevur makrelurin flutt seg eystureftir aftur, úr Eysturgrønlandi til einans at vera út fyri eysturlandinum í Íslandi í fjør. Í ár var makrelur aftur at síggja vestan fyri Ísland (Mynd 2).

 

Kanningarnar benda á, at nógvur makrelur er at finna norðarlaga í kanningarøkinum, heilt norður í Framsundið. Sera lítið av makreli var í føroyskum øki í ár.

 

Í Norðsjónum minkaðu nøgdirnar nakað í mun til í fjør, tá nógv av 1 og 2 ára gomlum makreli var at síggja.

 

Vísitalið fyri norðhavssild hækkaði við knapt 20% í mun til í fjør. Tað er serliga 2016 árgangurin, 6 ára gomul sild, sum sæst í kanningunum. Hesin árgangurin er mettur at vera góður.

 

Vísitalið fyri svartkjaft er á sama støði sum í fjør. Nógv av eitt og tvey ára gomlum svartkjafti er at síggja víða um. Lítið er til av stórum svartkjafti.

 

Úrslitini frá hesum kanningunum, saman við øðrum kanningum og veiðutølum frá í fjør, eru júst latin arbeiðsbólkinum WGWIDE, sum í hesum døgum ger stovnsmetingar av uppsjóvarfiski í ICES. Úrslitini av stovnsmetingunum verða tøk 30. september.

 

Les alla frágreiðingina her.

 

Jan Arge Jacobsen

 

24. august 2022

 

 

 

Mynd 1. Mett nøgd av makreli í yvirlitstrolingini á sumri (milliónir tons), tíðarskeiðið 2007-2022.

 

Mynd 2. Útbreiðsla og nøgd (tons) av makreli í yvirlitstrolingini summarið 2022.

 

Mynd 3. Útbreiðsla og nøgd (ekkóvirðir) av norðhavssild summarið 2022.

 

Mynd 4. Útbreiðsla og nøgd (ekkóvirðir) av svartkjafti summarið 2022.