17. Mai. 2022

Lýsing eftir skipi til rannsóknir av makrelstovninum fyri Havstovuna

 

Í sambandi við vísindaligar rannsóknir av makrelstovninum í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera rannsóknirnar í tíðarskeiðinum 22. juni til 20. juli 2022. Rannsóknirnar verða fíggjaðar við granskingarkvotu. Upp til 2.000 tons av makreli eru sett av at fíggja rannsóknirnar. Kvotan kann fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verður latin sum egin árskvota í 2022, ið kann flytast til 2023, sí leinkju niðanfyri.

 

Freistin at søkja er mánadagin 30. mai 2022 við telduposti til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Les alla lýsingina her.