{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Starv sum bókhaldari á Havstovuni er leyst at søkja

Havstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum bókhaldara frá 1. februar 2024 ella skjótast gjørligt. Talan er um eitt hálvtíðarstarv (lønarbrøk 0,5).

Havstovan er ein stovnur undir Fiskimálaráðnum og Havstovan varðar av: Havrannsóknarskipinum Jákup Sverra, Hvalagransking og Fuglakanningarstøðini.

Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv.

Starvið fevnir um:

  • Bókhald
  • Skrivstovuhald og móttøku
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikakrøv:

  • Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Royndir við fyrisiting
  • Kunnleiki um kt-skipanir, so sum Búskaparskipan Landsins, o.l.
  • Góður málførleiki
  • Góður telduførleiki á brúkarastigi
  • Góð samstarvsevni og góður førleiki at arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti
bæði innanhýsis og úteftir.

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsfelagið. Starvið er flokkað í 5. flokki.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12. januar 2024. Umsóknin skal sendast við telduposti til starv@hav.fo

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til:

Maritu Rasmussen

stjóra

marita@hav.fo

tel. 793900

ella

Erling í Liða

fíggjar- og umsitingarleiðara

erlingl@hav.fo

tel. 793901

Viðkomandi tíðindi

  • Havstovan nýggja heimasíðu

    Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna. Nýggja heimasíðan er eitt munandi framstig í mun til undanfarnu…

    Les meira

  • Vitjan úr Íslandi

    Í síðstu viku fekk Havstovan vitjan av systurstovninum í Íslandi – Hafrannsóknastofnun (HAFRÓ). Endamálið við vitjanini í Føroyum var at kunna seg um ymiska gransking í havumhvørvi. Við á ferðini…

    Les meira

  • Skúlaflokkar vitja Havstovuna

    Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, og í hesum sambandi hava fleiri skúlaflokkar verið á vitjan á Havstovuni. Her hava tey hoyrt um, hvussu havstreymar ferðast fram við Føroyum, og hvussu…

    Les meira

  • Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking

    Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt føroyskt umboð er í toyminum, og tað er Karin…

    Les meira