{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Starv sum biologassistentur

Hevur tú áhuga fyri havlívfrøði, royndir innan havlívfrøði, kunnleika til føroyskan fiskiskap, verið til skips ella líknandi? Nú er eitt fjølbroytt og spennandi starv sum biologassistentur leyst at søkja á Tilfeingisdeildini hjá okkum.

Starvsstaðið er á Havstovuni og umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.

Kjarnuvirksemið á Tilfeingisdeildini á Havstovuni er at gera nýggjar kanningar um fiskatilfeingi og at fylgja við gongdini í fiskastovnum, sum føroyska samfelagið hevur áhuga í.

Dámar tær væl at rokast, men hevur samstundis áhuga og bindindi at arbeiða við smálutum, so fer starvið sum biologassistentur á Havstovuni at passa væl til tín.

Arbeiðsøkið:

Setanartreytir

Ongin beinleiðis treyt er til útbúgving. Tó eru navigatørútbúgving, royndir til sjós, styttri útbúgving innan lívfrøði ella tilfeingi – ella bert áhugi fyri havlívfrøði góður førningur til starvið sum biologassistentur.

Góð evni at samstarva er ein fortreyt í okkara granskingarumhvørvi við nógvum ymiskum virksemi og fakbólkum.

Løn sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Umsókn við avritum at prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 3. juni 2024 kl. 12.

Umsókn skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til:

Helga Bára Mohr Vang

Varðaleiðari – Tilfeingi, fiskifrøðingur

helgab@hav.fo / +298 79 39 16

Vangi í PURE

Marita Rasmussen

Stjóri

marita@hav.fo / +298 79 39 00

Um Havstovuna: Á Havstovuni arbeiða vit við at granska og kenna havumhvørvið í teimum økjum, har Føroyar hava fiskiveiðuáhugamál. Havstovan hevur tí bestu vitanina um lívfrøðiliga ríkidømið, sum føroyski búskapurin stendur á. Havstovan ráðgevur almennu myndugleikunum um m.a. fiskiskap, luttekur í fiskiveiðusamráðingum, og í altjóða og vinnuligum verkætlanum. Á Havstovuni verður granskað í øllum teimum viðurskiftum, sum hava týdning fyri livilíkindini hjá sjófeinginum kring Føroyar.

Aftrat vanliga arbeiðinum arbeiðir Havstovan við fleiri verkætlanum. Summar av hesum ger stovnurin einsamallur, meðan aðrar verða framdar í samstarvi við føroyskar ella útlendskar granskingarstovnar og/ella vinnuna. Verkætlanirnar eru oftast heilt ella partvís fíggjaðar uttan fyri Havstovuna.

Á Havstovuni arbeiða 34 starvsfólk og umborð á okkara havrannsóknarskipi Jákup Sverra arbeiða 15 sjófólk.

Viðkomandi tíðindi

Havstovan nýggja heimasíðu

04.06.2024

Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna. Nýggja heimasíðan er eit…

Vitjan úr Íslandi

04.06.2024

Í síðstu viku fekk Havstovan vitjan av systurstovninum í Íslandi – Hafrannsóknastofnun (HAFRÓ). Endamálið við vitjanini í Føroyum var at kunna seg um …

Skúlaflokkar vitja Havstovuna

08.05.2024

Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, og í hesum sambandi hava fleiri skúlaflokkar verið á vitjan á Havstovuni. Her hava tey hoyrt um, hvussu …

Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking

05.02.2024

Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt f…

Eydna í Homrum sett sum deildarleiðari

01.02.2024

Tann 1. februar 2024 tekur Eydna í Homrum við sum deildarleiðari á nýskipaðu Tilfeingisdeildini á Havstovuni. Eydna í Homrum er 49 ár, útbúgvin havlív…

Helga Bára Mohr Vang sett sum varaleiðari

01.02.2024

Tann 1. februar 2024 tekur Helga Bára Mohr Vang við sum varaleiðari á nýskipaðu Tilfeinigsdeildini á Havstovuni.Helga Bára er 38 ár, útbúgvin lívfrøði…

Føroyar fáa formannskapin í NWWG arbeiðsbólkinum

29.01.2024

Í januar 2024 fór fram formansfundur hjá Altjóða Havrannsóknarstovninum (ICES) og høvdu Føroyar (Havstovan) eitt umboð á fundinum. Helga Bára Mohr Van…

Frágreiðing um føroysku havvistskipanina útkomin

04.12.2023

Fríggjadagin 1. desembur almannakunngørdi ICES eina frágreiðing um føroysku havvistskipanina – á enskum “Faroes ecoregion – Ecosystem overview”. Frágr…

Fundur um Norskahavið á Havstovuni

27.11.2023

Mikudagin 22. november vóru áhugapartar frá stovnum og vinnu boðin til fund um Norskahavið á Havstovuni. Endamálið var at kunna um gransking í Norskah…

PhD skeið um havklima og vistskipanir væleydnað

16.11.2023

PhD-skeiðið, við heitinum “Ecologically relevant oceanographic processes in the Northeastern Atlantic” er nú lokið. Allir 14 næmingarnir stóðu royndin…

Havstovan á Náttúruráðstevnu í Norðurlandahúsinum

04.10.2023

Á Náttúruráðstevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum týsdagin 3. oktober, hevði Sólvá Jacobsen, lívføðingur á Havstovuni, eina framløgu. Hon greiddi frá…

Verkstova um havgransking í Nuuk

07.06.2023

Granskarar á Havstovuni eru júst heimkomnir av verkstovu í Nuuk millum samstarvspartarnar í granskingarskránni um Havgransking í Norðuratlantshavi. Á …

Ph.d.-skeið um hav- og vistfrøði

20.03.2023

21. august – 1. september 2023 skipa granskarar á Havstovuni fyri spennandi ph.d.-skeiði um sambandið millum hav- og vistfrøðina í eystara parti av No…

Hátíðardagur á Havstovuni

27.01.2023

Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað ásanna vit í dag. 13 fólk fingu heilsan í sambandi við 40, 30 og 25 ára starvsdagar á Havstovuni og umborð…

Fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni

19.01.2023

Hósdagin 19. januar var landsstýrismaðurin í fiskivinnu-og samferðslumálum, Dennis Holm, á vitjan á Havstovuni. Á vitjanini á Havstovuni fekk landsstý…

Jóhannis Danielsen á Havstovuni helt bestu snarrøðuna

26.12.2022

Jóhannis Danielsen, ph.d. í lívfrøði og granskari á Havstovuni, vann snarrøðukappingina á Vísindavøkuni, sum var í Runavík fríggjadagin 23. sept. Hann…

Norðurlendskur fundur um plantuæti

07.10.2022

Í døgunum 3-5. oktober hevði norðurlendski arbeiðsbólkurin NOMP (Nordic Marine Phytoplankton) fund um plantuæti á Vinnuháskúlanum. Fiskaaling og Havst…

Ráðstevna og kokkaverkstova um hval og kóp

30.09.2022

Í døgunum 5. og 6. oktober verður Norðurlandahúsið karmur um eina ráðstevnu, og eina matmentanarliga verkstovu, har ljós verður varpað á hval og kóp s…

Føroysk gransking á ICES Decadal Symposium í Bergen

30.06.2022

Karin Margretha H. Larsen, havfrøðingur, var ein av høvuðstalarunum á ráðstevnu hjá ICES í Bergen í síðstu viku. Í sambandi við, at ICES hevur fyriski…

Bogi Hansen heiðraður á ICES Decadal Symposium

24.06.2022

ICES hevur júst hildið sonevnda Decadal ráðstevnu í Bergen, har Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, var ein av heiðursgestunum. ICES skipar tíggju…

Grønlendski landsstýrirsformaðurin á vitjan á Havstovuni

14.06.2022

Fríggjardagin 10. juni var grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte Bourup Egede, á vitjan á Havstovuni saman við løgmanni, Bárði á Steig Nielsen. Grøn…

1. flokkur úr Sørvági á vitjan

02.06.2022

20 børn og 2 lærarar úr Sørvágs skúla vitjaðu Havstovuna mánadagin fyri at kunna seg um arbeiðið hjá okkum. Mánadagin vóru 20 fitt og áhugaði børn og …

Ph.D.-verja um djóraæti og norðhavssild

10.05.2022

Mánadagin 6. desember 2021 vardi Inga Kristiansen Ph.D. ritgerð sína um samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Hetta er úr Sjóvarmál 20…

ICES-frágreiðing um Norskahavið

01.05.2022

Árliga frágreiðingin um Norskahavið hjá ICES-arbeiðsbólkinum WGINOR er nýliga latin úr hondum. WGINOR arbeiðsbólkurin (Working Group on the Integrated…

Opið skip umborð á Jákup Sverra á Tvøroyri

28.04.2022

Eini 300 fólk vitjaðu umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra á Tvøroyri týsdagin 26. apríl. Hetta var í sambandi við umhvørvisvikuna í kommununi….

Íslendski fiskimálaráðharrin á vitjan á Havstovuni

07.04.2022

Týsdagin 5. apríl var íslendski fiskimálaráðharrin á vitjan á Havstovuni saman við Árna Skaale fiskimálaráðharra. Hesa vikuna hevur íslendski fiskimál…

Stjóraskifti á Havstovuni

01.04.2022

Fríggjadagin 1. apríl tekur Marita Rasmussen við sum stjóri á Havstovuni. Marita, sum seinastu 14 árini hevur verið stjóri í Vinnuhúsinum, tekur við s…

Fiskivinnugransking stuðlar verkætlanum á Havstovuni

03.03.2022

Fríggjadagin 25. februar var árligi framløgudagurin hjá Fiskivinnugransking, har umsitarar av verkætlanunum, ið Fiskivinnugransking stuðlar, greiddu f…

Fyrilestrar frá Fiskivinnustevnuni tøkir

04.02.2022

Eftir væleydnaðu fiskivinnustevnuna, sum var á Hotel Føroyum tann 31. januar 2022, eru fyrilestrarnir savnaðir og lagdir á heimasíðuna hjá Havstovuni….

Fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni

01.02.2022

Í síðstu viku vitjaði nýggi fiskimálaráðharrin, Árni Skaale, Havstovuna. Landsstýrismaðurin heilsaði uppá stjóra og starvsfólk, varð vístur runt og fe…

Marita Rasmussen nýggjur stjóri á Havstovuni

14.12.2021

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sett Maritu Rasmussen í starvið sum stjóri á Havstovuni. Marita Rasmussen er 54 ára gomul. Hon er útbúgvin …

Magnus Heinason á veg til Kroatia

17.11.2021

Herfyri var endalig avtala gjørd um søluna av Magnusi Heinasyni. Søluprísurin var 1,1 millión krónur og tað er eitt felag í Kroatia, ið hevur keypt sk…

Havstovan og Vinnuháskúlin í samstarvi

20.08.2021

Avtala er nú gjørd millum Havstovuna og Vinnuháskúlan um, at nýggja og framkomna havrannsóknarskipið “Jákup Sverri” fer at vera starvsvenjingarstað hj…

Magnus gjørt sín seinasta túr fyri Havstovuna

30.03.2021

Mikudagin 24. mars kom Magnus Heinason inn av sínum seinasta túri fyri Havstovuna. Í februar og mars samtrolaði hann við Jákup Sverra á yvirlitstrolin…

Løgtingið vitjaði umborð á Jákup Sverra

21.12.2020

Hósdagin 17. desember vitjaðu løgtingsfólk umborð á Jákup Sverra, har umboð fyri Havstovuna, MEST, maskinstjórin og skiparin vístu teimum runt á tí fr…

Magnus Heinason tænt landinum væl

18.12.2020

Tá Magnus Heinason í 1981 avloysti Jens Christian Svabo, sum síðani 1964 hevði verið føroyskt rannsóknarskip, var tað eitt stórt frambrot. Við sínum 1…

Jákup Sverri handaður eigaranum

03.12.2020

Í gjár bleiv avhendingarskjalið og onnur viðkomandi skjøl í sambandi við yvirtøku av nýggja rannsóknarskipinum Jákup Sverra undirskrivað, og skipið er…

Nýggja rannsóknarskipið skal eita Jákup Sverri

19.12.2019

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur tikið avgerð um, at nýggja rannsóknarskipið skal eita “Jákup Sverri”. Skipið fær navn eftir Jákup Sverra Jo…

Nýggj fiskivinnuskipan

23.10.2018

Føroya Løgting samtykti í desember 2017 lógina um fyrisiting av sjófeingi. Lógin kom í staðin fyri lógina um vinnuligan fiskiskap, ið hevði verið gald…

Náttúruvísindaskattur eftir H. C. Müller komin undan kavi

23.10.2018

Á vári 2018 kom eitt gamalt hondskrivað handrit undan kavi á Havstovuni. Tá hetta varð kannað nærri, vísti tað seg at vera eitt frumhandrit um Føroya …

Granskarar kunnaðu ES um Golfstreymin

07.09.2018

Týsdagin 4. september skipaðu Searica, ið er ein felagsbólkur hjá ES, og H2020-verkætlanirnar Blue-Action og AtlantOS fyri einum kunningarfundi um stø…

Eilif Gaard heldur fram sum stjóri á Havstovuni

14.03.2018

Eilif Gaard er settur í starv sum stjóri á Havstovuni. Fiskimálaráðið skrivar soleiðis á heimasíðu síni:Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur gjørt av…

Ph.D. verja: Plantuæti á Landgrunninum – innara økið og ytru økini

09.10.2017

Hósdagin 24. august 2017 vardi Sólvá Káradóttir EliasenPh.D.ritgerð sína um gróður á føroyska landgrunninum. Hetta er úr Sjóvarmál 2017, les víðari he…

Ph.D. verja: Plantuæti á Landgrunninum – innara økið og ytru økini

28.08.2017

Hósdagin 24. August kl.13 fer Sólvá Káradóttir Eliasen at verja ph.d.-ritgerð sína á Vinnuháskúlanum. Ritgerðin er um gróður á føroyska Landgrunninum….

Arbeiðsfundur um data frá Norrönu

13.01.2017

Fyrst í hesi vikuni var ein arbeiðsfundur (workshop) á Havstovuni um m.a. streymmátingarnar, sum verða gjørdar við Norrönu. Tað eru Dr. Tom Rossby frá…

Tveir nýggir doktarar

07.11.2013

Eftir trý ára PhD-lestur hava Kirstin Eliasen, lív frøðingur, og Lise Helen Ofstad, havlív frøðingur, vart doktararitgerðir sínar um ávikavist nebbasi…

Doktararitgerð um føroyska upsan

23.08.2012

Eftir trý ára PhD-lestur hevur Eydna í Homrum, havlívfrøðingur, vart doktararitgerð sína um føroyska upsan. Hetta er úr Sjóvarmál 2012, les víðari her…

Fiskanytrur, æti og havgransking á granskingarráðstevnu

23.08.2012

Havstovan var millum mongu stovnarnar, sum tóku lut á árligu Vísindavøkuni í fjør. Hetta er úr Sjóvarmál 2012, les víðari her. Viðkomandi tíðindi Øll …

Fyrsta føroyska havrannsóknarskipið

23.08.2012

Í 1966 fingu Føroyar sítt fyrsta havrannsóknar skip, sum fekk navnið Jens Chr. Svabo. Skipið varð keypt úr Danmark og tænti sum havrannsóknarskip í sa…

Alingin dálkar minni enn fyrr

01.09.2011

Góð fóðurstýring og serligu veður- og streymviðurskiftini við Føroyar eru orsøkin til at alivirksemið á Kaldbaksfirði ávirkar umhvørvið nógv minni í d…

Verklagslóg um nýtt havrannsóknarskip

01.09.2011

Løgtingið hevur við breiðum meiriluta samtykt, at Magnus Heinason skal skiftast út við nýtt havrannsóknarskip, sum ætlandi verður liðugt í 2014. Hetta…

Mest møguligt yvirskot í fiskiveiðu

01.09.2010

Hóast vit í Føroyum eru nær tengd at fiskivinnu, er tað eingin, sum burturav arbeiðir við fiskivinnubúskapar- frøði. Kanningarnar av búskaparligu viðu…

Doktararitgerð um føroyskan tosk

01.09.2010

Í oktobur 2009 vardi Petur Steingrund doktararitgerð um føroyskan tosk. Ritgerðin viðger tað nógv umrødda toskaloysið, sum valdaði fyrst í nítiárunum,…

Framleiðsla av proteinisolati ein møguleiki

01.09.2010

Samstundis sum tilvitanin staðfestir, at havtilfeingið er og verður avmarkað, verða nógvar royndir gjørdar at gagnnýta hjáframleiðslur og smærri fiska…

Eilif Gaard nýggjur stjóri

01.09.2010

Á almennari móttøku á Havstovuni tann 26. februar 2010, varð sagt farvæl við stjóran seinastu 22 árini, Hjalta í Jákupsstovu, og vælkomin til nýggja s…

Fyrsti kvinnuligi doktarin á Havstovuni

01.09.2009

Tann 11. februar 2009 fekk Havstovan sín fyrsta kvinnuliga doktara. Tað var Karin Margretha H. Larsen, sum við Universitetið í Bergen vardi PhD-ritger…

Heimsins størsta trol

01.09.2009

Í august 2008 luttók Fiskirannsóknarstovan, sum stovnurin æt tá, í eini altjóða kanning av uppsjóvarstovninum av kongafiski í Norðurhavinum. Trolarin …

Fiskirannsóknarstovan farin í søguna

01.09.2009

Á sjálvum 50 ára degnum fekk Fiskirannsóknarstovan nýtt navn og nýtt búmerki. Nýggja navnið er Havstovan. Tá Fiskirannsóknarstovan varð sett á stovn í…

Havstovan 50 ár

01.09.2009

Tann 1. apríl 2009 hevði Havstovan (fyrr Fiskirannsóknarstovan) virkað 50 ár sum stovnur alt árið í Føroyum. Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser hev…

Fiskirannsóknarstovan við í stórari ES kanningarætlan

01.09.2008

Komandi fýra árini fara granskarar at kanna streymarnar í Norðuratlantshavi. Landafrøðiliga liggja Føroyar soleiðis fyri, at ES metir Fiskirannsóknars…

Nýggjur doktari í lívfrøði

01.09.2008

20. juni í 2007 fekk Fiskirannsóknarstovan ein nýggjan doktara í lívfrøði. Høgni Hammersheimb Debes vardi í fjør summar Ph.D.-ritgerð um vistfrøði hjá…

Eldur seinkaði yvirlitstrolingum

01.09.2008

Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk stóran skaða av eldi í oktobur í fjør. Umvælingararbeiðið var so drúgt, at tað seinkaði árligu yvirlitstrolingun…

Dýrar rækjur á dekki

01.09.2007

Royndir við rækjurist umborð á grønlendskum trolara eydnaðust væl. 80 prosent av teim smáu og bíligu rækjunum vóru sáldaðar frá, áðrenn trolið kom á d…