Skipari til Jákup Sverra

Fjølbroytt og spennandi starv sum skipari er leyst at søkja umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.
Jákup Sverri ger ymsar rannsóknartúrar gjøgnum árið eftir fastlagdari árligari sigliætlan. Túralongdin er vanliga úr einari upp í tríggjar vikur.
Umborð samstarvar tú við starvsfólk frá Havstovuni, sum í tøttum samstarvi við manningina gera ymsar kanningar. Sum skipari ert tú við til at leiða hetta samstarvið, so endamálið við hvørjum túri sær verður rokkið.
Ert tú forvitin og áhugaður í gransking, havumhvørvi og fiskiskapi, er starvið umborð á Jákup Sverra tað rætta til tín.
Arbeiðsøkið
- Tú hevur høvuðsábyrgdina av skipinum.
- Umborð hevur tú høvuðsábyrgdina av, at allar viðkomandi skipanir verða fylgdar. Hesar eru m.a. ISM- og ISPS-skipaninar, góðskuskipan, reinføri o.l.
- Tú skalt seta teg inn í viðkomandi lógir og reglur, ið Havstovan og skipið arbeiða eftir.
- Tú skalt arbeiða í tøttum samstarvi við ”túrleiðaran” frá Havstovuni fyri hvønn túr.
Setanartreytir
Tú hevur vinnubræv til handilsskip við átekning STCW Reg. II/2.3.
Tú hevur galdandi prógv fyri eitt nú heilsuváttan fyri sjófólk, trygdarskeið, eldsløkking, sjúkraviðgerð og onnur viðkomandi skeið.
Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni, umframt evni og hegni at samskifta og fyriskipa.
Umsøkjarar, sum hava roynt við trolara undir Føroyum, hava fyrimun.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 31. januar 2025 kl. 12.
Umsóknin skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Erling í Liða, reiðara, tlf. 79 39 01 ella Hans Edmund Olsen, skipara, tlf. 27 53 09.
Um Jákup Sverra: Skipið, sum er bygt av MEST í 2020, er eitt tað hentasta amboðið hjá Havstovuni í sínum arbeiði at granska havumhvørvið og havtilfeingið í teimum økjum, har Føroyar hava fiskiveiðuáhugamál.
Jákup Sverri ger kanningar av havfrøði, æti, yngli, fiski o.ø. við ymsum reiðskapum og tólum. Havfrøðiligar kanningar fevna m.a. um at seta út streymmátarar, kortlegging av havbotninum, botnkanningar og seismikk. Fiskifrøðiligar kanningar verða gjørdar við botn- og uppsjóvartroli. Veiðan verður nágreiniliga kannað, og er partur av grundarlagnum undir stovnsmetingum av fiskastovnum.
Sigliætlan verður løgd fyri 1 ár ísenn. Manningin, sum telur 16 fólk, fær við ársbyrjan yvirlit yvir dagar umborð og frítíð í landi.
Meira kunning um skipið sæst á her.
Viðkomandi tíðindi

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan
13.02.2025
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
07.10.2024
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu
16.09.2024
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Jákup Sverri aftur av makreltúri
17.07.2024
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Telja hval á sjeynda sinni
01.07.2024
Føroyar luttaka í summar í altjóða hvalateljing saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi. Endamálið er at telja hval so víða um í Norðuratlantshavi sum …

Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri
28.05.2024
Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
27.05.2024
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
15.05.2024
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…