Sjálsamt fiskaslag fingið føroyskt navn – Øgnkarpi
Í fjør fekk Havstovan ein sjáldsaman fisk, ið vit hava navngivið “Øgnkarpi”. Navnið kemur av blettinum, sum fiskurin hevur á síðuni. “Øgn” merkir blettur við øðrum liti, serliga í ull á seyði: “Ærin var eyðkend av eini svartari øgn, sum hon hevði aftan fyri oyrað; hon hevði eina øgn niður á drunnin”. Á enskum eitur hann “Blackspot seabream” og “Red seabream” og á látíni Pagellus bogaraveo.
Øgnkarpin varð fingin eystanfyri tann 25. juni 2017 á position 62°39N – 06°06W, á 180 metra dýpi. Tað var Brynjálv Gert Nicolajsen úr Skopun, sum siglir við partrolaranum “Ametyst”, ið kom við fiskinum. Fiskurin var 39,5 cm langur og vigaði 871 gramm.
Øgnkarpi er fiskur, ið er av karpuættini. Hann er ikki skrásettur í føroyskum sjógvi áður. Øgnkarpi kann blíva 51 cm langur og viga 1250 gramm. Sum ungfiskur heldur hann til á grunnum vatni, frá 15-120 metra dýpi. Við aldrinum søkir hann út á djúpari vatn, heilt niður á 700 metrar.
Tað serliga við hesum fiskaslagnum er, at tað broytir kyn (hermafrodittur). Øgnkarpi er fyrst kallfiskur. Millum 2 og 7 ára aldur broytir hann kyn og verður til ein kvennfisk. Gýtingin er frá januar til juni, alt eftir breiddarstigi.
Øgnkarpi finst í Eysturatlantshavi, úr Noregi til Gibraltar og suður til Cape Blanc í Mauritania. Í Miðjarðarhavinum finst hann í vestara parti. Øgnkarpi er eisini skrásettur í Íslandi.
Í Miðalhavinum verður øgnkarpi nógv veiddur. Eitt sindur verður veitt við Frankaríki, Spania og Portugal. Øgnkarpi er vælsmakkandi og er væl vælumtóktur hjá tráðufiskarum.
Viðkomandi tíðindi
Framvegis nógv av toski á Føroyabanka, sum tó er rak í mun til onnur ár
Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vórðu kannaðar í ár, av tí at Jákup Sverri fekk tekniskar…
Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum
Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis sera lítið at fáa av toski, men kortini…
Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast
Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…
Tilmæli 2024
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…