Western Valley OverfloW (WOW)
Kanningarnar í hesi verkætlan eydnaðust sera væl. Mátiútgerðin riggaði væl, og mátingarnar vístu, at mátitólini høvdu ligið á røttum staði til at meta hampuliga neyvt um yvirflotið av køldum sjógvi niðri við botn gjøgnum Western Valley. Tað var tí heldur óvæntað, at mátingar vístu eitt sera veikt yvirflot. Tað ger tó ikki úrslitið minni áhugavert, og mátingarnar vístu eisini, at atvoldin til veika yvirflotið er rákið av heitum Atlantssjógvi longri uppi móti vatnskorpuni. Tað gongur øvugan veg og forðar yvirflotinum.
Høvuðsúrslitini frá kanningunum vórðu givin út í vísindaligari grein “Overflow of cold water across the Iceland–Faroe Ridge through the Western Valley” í tíðarritinum “Ocean Science”.
Umframt at máta yvirflot vístu kanningarúrslitini seg eisini at hava áhugaverdar upplýsingar um rákið av Atlantssjógvi í hesum øki, og tær hjálpa til at geva eina greiðari fatan av, hvussu og hvar hesin heiti sjógvur rekur yvir um undirsjóvarryggin millum Ísland og Føroyar. Hetta verður kannað nærri, og ætlanin er at útgreina tað í aðrari vísindaligari grein, sum vónandi verður givin út í 2020.