{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

ThermoHaline Overturning – at Risk (THOR)

Áramál
2009 - 2012
Fígging
European Framework Programme 7 (FP7)
Fólk á Havstovuni
Bogi Hansen, Hjálmar Hátún, Karin M. H. Larsen og Regin Kristiansen

Verkætlanin er endað!
THOR verkætlanin var tann 5. í røðini av EU verkætlanum, sum hava fíggjað streymmátingar v.m. í Norðuratlantshavi. Høvuðsendamálið við verkætlanini var at gera betri forsagnir fyri komandi broytingum í teimum stóru havstreymunum, sum kunnu ávirka heimsveðurlagið og serliga okkara øki. Havstovan var við í tí partinum av verkætlanini, sum mátaði rákið av Atlantssjógvi norðureftir og rákið av yvirflotssjógvi, sum fer suðureftir í botnløgunum tvørturum Grønlands-Skotlandsryggin. Niðurstøðan av tí partinum er, at samlaða rákið av Atlantssjógvi og av yvirflotssjógvi er rættuliga støðugt. Hinvegin, so eru bæði Atlantssjógvur og yvirflotssjógvur hitnað seinastu árini. Ein onnur niðurstøða er, at tað tykist vera serliga lætt at gera forsagnir fyri Norðuratlantshav í mun til onnur havøki. Hetta stuðlaði undir framhaldandi gransking á hesum øki og til at samantvinna forsagnir av havfrøðini við vistfrøðina í Norðuratlantshavi, fíggjað av FP7 gjøgnum NACLIM verkætlanina.