{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Sambandið ímillum djóraæti og havfrøðiligar broytingar kring Føroyar í trý áratíggju

Áramál
2021 - 2024
Fígging
Granskingarráðið
Fólk á Havstovuni
Inga Kristiansen, Eilif Gaard, Sólvá Jacobsen, Hjálmar Hátún, Ian Salter

Verkætlanin er endað!
Niðurstøða

Henda verkætlanin er knýtt at verkætlanini “COPS”, sum endar í september 2025. Av tí at hesar verkætlaninar eru so samantvinnaðar, verða bert fyribilsúrslit víst her. Endaligu úrslitini koma saman við úrslitunum frá “COPS”.

Nøkur fyribilsúrslit eru:

  1. At skanna prøvar, í mun til at telja undir mikroskopi, er ein nógv effektivari háttur at fáa nógvar prøvar greinaðar samanborið við mikroskopi greining. Tó má økt prøvagreining javnvigast við neyvleikan av eyðmerking til slag stig. Í hesi verkætlanini var skannihátturin valdur sum tann betri hátturin at svara granskingarspurningunum.
  2. Tað er eitt gott samband ímillum taldar og skannaðar prøvar. Fyri at gera skannaðu úrslitini enn neyvari, eiga ymiskar tillagingar at verða gjørdar.
  3. Tá ið hugt verður at samlaðari nøgd av sløgum/partiklum, vísa virðini fyri taldar og skannaðar prøvar líknandi mynstur.
    • Tá ið hugt verður at samlaðari nøgd av sløgum/partiklum, hava virðini frá teimum skannaðu prøvunum lyndi til at vera nakað yvirmett.
    • Tá ið hugt verður at samlaðari nøgd av sløgum/partiklum, hava virðini frá teimum skannaðu prøvunum lyndi til at vera nakað yvirmett.
    • Tá ið hugt verður at ávísum sløgum, t.d. ymisk Calanus finmarchicus stig, eru skannaðu virðini fyri tey hægru stigini undirmett, meðan minni munur er millum taldar og skannaðar prøvar av teimum lægru stigunum.
  4. Tað tykist ikki vera eitt skipað rák í hægri nøgd av djóraæti eystan ella vestan fyri Føroyar.
  5. Tað tykist ikki vera eitt skipað rák í hægri nøgd av djóraæti frá landi og úteftir.
  6. Kopepodurin Calanus finmarchicus er vanligasti kopepodurin.