Pelagic-benthic coupling on the Faroe Shelf
Hendan undanverkætlan hevði til endamáls at kanna lívrunnið tilfar í botninum og hvussu djóralívið á botninum á føroyska landgrunninum er tengt at gróðrinum í sjónum.
Kanningarnar vístu, at sambandið ímillum tey ymisku botndjórini broyttist í gjøgnum árið, og at har var munur ímillum føðina á Landgrunninum og uttanfyri. Eisini var munur á lívrunna tilfarinum í botninum á Landgrunninum og uttanfyri, men tað skulu fleiri kanningar til fyri at skilja sambandið ímillum gróðurin og djóralívið á botni á Landgrunninum.
Av teimum kannaðu botndjórunum vóru gággur og gággukrabbar ovast í føðiketuni. Astarte, ið finnur føði við at filtrera sjógv, lá mitt í, eftir isotop samansetingini at døma. Igulker og slangustjørnur vístu seg at fella uttan fyri mynstrið annars, so tey liva møguliga av øðrum enn tí, ið er tengt at gróðrinum.
Teknisk rapport um verkætlanina