Nýtsla av umhvørvis-DNA í kanning av broytingum í toska-, hýsu- og upsanøgd á Føroyabanka
Høvuðsendamálið við verkætlanini var at nýta umhvørvis-DNA (uDNA) til at meta um týðandi botnfiskastovnar á Føroyabanka.
Umhvørvis DNA í havinum kemur fyri ein part frá fiskastovnunum í økinum og kann kannast við at taka bara nakrar fáar litrar av sjógvi. Føroyabanki varð valdur av tí, at hann hevur verið stongdur vegna ovurfisking. Grundað á kanningar, sum áður eru gjørdar av toski, varð verkætlanin víðkað til eisini at fevna um hýsu; men tørvandi fígging gjørdi, at upsi ikki kundi takast við eisini.
Til tess at meta um førleikan at eyðmerkja tosk og hýsu varð vevnaður kannaður fyri onnur fiskasløg í toskaættini. Royndir av uDNA úr sjógvi vórðu tiknar samstundis við yvirlitstrolingum á fýra túrum vár og summar 2018 og 2019. Umhvørvis DNA frá toski og hýsu varð funnið í sjógvi, tikin niðri við botn, bæði vár og summar. Meiri varð funnið av uDNA fyri hýsu enn fyri tosk, sum samsvarar við, at trolingin bendi á størri nøgd av hýsu. Samanbering millum túrarnar vísti, at meiri uDNA var um várið. Trúliga hevur hetta samband við gýtingina, har fiskurin stúgvast saman og letur frá sær rogn og sil, sum økja um nøgd av uDNA hjá fiskinum í sjónum.
Úrslitini vátta, at uDNA kanningar samsvara við trolkanningar, tá ræður um at meta nøgd av ymsum botnfiskastovnum. Eisini vísa tey á týdningin, sum gýtingin hevur fyri nøgdina av uDNA í sjónum.