{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Nebbasild og toskur á innaru leiðum

Áramál
2020 - 2021
Fígging
Fiskivinnuroyndir
Fólk á Havstovuni
Hannipoula Olsen

Verkætlanin er endað!
Niðurstøða

Nebbasild er týdningarmikil føði hjá toski, og taltilfarið, sum Havstovan regluliga fær um nebbasild (spp.), tekur støði í magakanningum av toski á árligu yvirlitstrolingunum á Landgrunninum og í yngultølunum frá árliga yngultúrinum. Hesir túrar eru lagdir fastar tíðir á árinum. Saman merkir hetta, at árstíðarbroytingar í útbreiðslu og nøgd av ymsu nebbasilda-stovnunum ikki síggjast í vanliga innsavnaða taltilfarinum.

Í 2019 var óvanliga góður fiskiskapur eftir toski heilt nær landi, sum sást aftur í avreiðingarseðlum. Hesin fiskurin var rak.

Hendan verkætlanini varð sett í verk at kanna lívfrøðina hjá nebbasild, herundir sløg, mongdir og atferð, á firðum og sundum við Føroyar, sum skuldi setast í samband við atferð hjá vaksnum toski, millum annað eginleikan at koma nær landi, og hvussu hetta ávirkar yvirliving hjá smáfiski og harvið framtíðar fiskiskap. Hetta var gjørt við at kanna tosk frá landingum av rundum fiski, við at gera magakanningar, har serligur dentur var lagdur á at útgreina nebbasild í magainnihaldinum.

Eisini varð serstøk videoútgerð fingin til vega at kanna slagsamansetingina av fiski inni við land og við serstøkum telduforriti eisini skráseta longdir av fiski á videoupptøkunum.

Út frá magakanningunum av toskinum og kanningum á nebbasildatúrinum í 2020 ber ikki til at siga, at slánarnir (toskurin) komu inn undir land at eta nebbasild. Tó bleiv staðfest, at nebbasild spp. í føroyskum sjógvi gýtir bæði um várið og um heystið. Samansetingin av fiski skrásett í videokanningunum var merkt av, at nógvur seiður var allastaðni, meðan sera ymiskt var um toskur og/ella smáfiskur varð skrásettur á sama stað og somu tíð.