{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Makrelur á Landgrunninum – Leikluturin hjá makreli í vistskip­an­ini á Landgrunninum

Áramál
2011 - 2012
Fígging
Fiskivinnugransking og Havstovan
Fólk á Havstovuni
Jan Arge Jacobsen og Anni Djurhuus

Verkætlanin er endað!
Makrelur etur ikki yngulin av toski, hýsu og upsa, og er tí ikki beinleiðis orsøk til vánaligu gongdina í botnfiskastovnunum. Hetta vísa magakanningar av meira enn 1500 makrelmagum, tiknir á Landgrunninum síðani 2011. Orsøkin er helst, at yngulin og makrelurin ikki eru á sama stað til somu tíð. Kanningarnar hava víst, at makrelurin heldur seg úti í kantinum frá hann kemur í mai til út á summarið. Tað er ikki fyrr enn seint í juni ella út í juli at makrelurin kemur inn at landi, og inn á Landgrunnin. Hetta er ein av høvuðsgrundunum til, at makrelurin ikki tekur yngul av botnfiski. Yngulin hevur tikið botn, áðrenn makrelurin veruliga kemur inn á Landgrunnin, og er tí ikki atkomuligur fyri makrelin. Kanningarnar vísa eisini, at makrelurin etur t.d. hvítingsbróðir og nebbasild, sum eisini er føði hjá størri botnfiski, og soleiðis kann hann tó ávirka botnfiskin óbeinleiðis.

Leinki