Leikluturin hjá djóraæti í atferð hjá makreli og tilgongd av toski á Landgrunninum
Kanningarnar á K-skurðinum 2017 hava víst, at nøgdirnar av djóraæti vóru munandi størri uttan fyri Landgrunnin um várið og tíðliga á sumri, men seinnu helvt av sumrinum og út á heystið var øvugt, tvs. meira av æti var inni á Landgrunninum enn uttanfyri. Hetta kann vera orsøkin til, at makrelur ikki leitar inn á Landgrunnin í munandi nøgdum, fyrr enn seint á sumri. Harafturat benda kanningarnar á, at predatión kann vera orsøkin til tað øvugta sambandið millum biomassa av djóraæti á Landgrunninum og nøgd av fiskayngli frá einum ári til annað.
Úrslitini frá kanningini hava eisini víst, at nøgdirnar av djóraæti broytast sera skjótt. Stórar nøgdir av reyðæti vórðu í mai – eitt tíðarskeið har Havstovan higartil ikki hevur havt møguleika at raðfesta kanningar av djóraæti á Landgrunninum. Men í juni var nøgdin minkað niður í næstan einki.
Samansetingin av djóraæti á K-skurðinum um várið og út á summarið 2017 passar sera væl til fyritreytirnar til at koma undan hjá fiskayngli, soleiðis at longu í mars var væl av smáum djóraæti og harafturat ein ávís gýting av reyðæti. Tá tørvar fiskalarvum nevniliga smáa føði, ss. Acartia og egg frá t.d. reyðæti. Sum larvurnar vaksa til yngul út á summarið, tørvar teimum størri føði og tá koma stóru nøgdirnar av reyðæti væl við.
Tað vísti seg eisini á yngultúrinum hjá Havstovuni í 2017 at nógv var at fáa av yngli og talið av toskayngli var yvir miðal. Harafturat vísa stovnsmetingarnar í 2018, at tilgongdin av 1 ára gomlum toski (2017-árgangurin) er væl yvir miðal.