{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Faroese Monitoring – FARMON

Áramál
2017 - 2023
Fígging
Klima-, Energi- og Forsyningsministeriets program for Klimastøtte til Arktis
Fólk á Havstovuni
Karin Margretha H. Larsen, Bogi Hansen, Hjálmar Hátún, Regin Kristiansen og Ebba Mortensen

Verkætlanin er endað!
Niðurstøða

Faroese Monitoring – stytt FARMON – eru verkætlanir, har høvuðsendamálið hevur verið at máta rákið av yvirfloti í Bankarennuni og av Atlantssjógvi í Føroyastreyminum. Higartil hava fýra verkætlanir verið:

Verkætlaninar hava sum heild gingið væl og fyri allar er endmálið rokkið, nevniliga at leggja eitt ár afturat tíðarseriunum fyri ávikavist yvirflot og Atlantssjógv. Nú FARMON 2022 verkætlanin er endað, fevnir tíðarserian fyri yvirflot í Bankarennuni um meiri enn 27 ár, meðan tíðarserian fyri Føroyastreymin fevnir um 30 ár. Hetta eru týdningarmiklar tíðarseriur í samband við veðurlagsgransking.

Tíðarrøð: Atlantssjógvur í Føroyastreyminum

Tíðarrøð: Yvirflot í Bankarennuni

Umframt, at mátingarnar hava verið brúktar í vísindaligaum greinum, er fyri hvørja verkætlan gjørd ein frágreiðing um mátingarnar. Hesar eru at finna her:

Frágreiðing FARMON

Frágreiðing FARMON II

Frágreiðing FARMON 2020

Frágreiðing FARMON 2022