Fangst og udnyttelse af mesopelagiske fisk og krill
Áramál
2005
Fígging
Nordisk Ministerråd
Fólk á Havstovuni
Jan Arge Jacobsen, Súni Lamhauge
Verkætlanin er endað!
Kanningar vístu, at í føroyskum sjóøki er tað serliga lítli og mjái prikkafiskur, umframt lakssild, ið eru at fáa, og serliga í økjunum sunnan fyri oyggjarnar. Mett verður, at nøgdin av prikkafiski skal vera millum 5 og 10 g/m3, har roynt verður, fyri at kunna reka vinnuligan fiskiskap eftir hesum fiskasløgum. Royndirnar frá hesi verkætlan vístu, at nøgdirnar av prikkafiski vóru undir 1 g/m3. Hetta er alt ov lítið til vinnuligan fiskiskap. Viðmerkjast skal, at hesar kanningar vóru gjørdar í mai og juni, ikki fyri onnur tíðarskeið. Kannað varð, um prikkafiskur kundi rekast og fiskast við stórmeskaðum troli eins og svartkjaftur. Royndirnar vístu, at hesi fiskasløgini ikki lótu seg reka við stórmeskaðum troli.