{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Ein lovandi háttur at meta um toskastovnin á Føroyabanka við at nýta umhvørvis DNA

Áramál
2017 - 2019
Fígging
Fiskivinnuroyndir
Fólk á Havstovuni
Ian Salter

Verkætlanin er endað!
Høvuðsendamálið við verkætlanini var at nýta ein nýggjan hátt at kanna fiskastovnar, har umhvørvis DNA (uDNA) verður brúkt. Umhvørvis DNA í havinum kemur fyri ein part frá fiskastovnunum í økinum og kann kannast við at taka bara nakrar fáar litrar av sjógvi. Serligur dentur varð lagdur á tosk á Føroyabanka vegna tann stóra fíggjarliga týdningin av hesum stovni saman við umsitingarligum tiltøkum, sum tað at steingja Bankan fyri vinnuligari veiðu. Ein týðandi partur var at meta um sjálvan kanningarháttin. Til tess varð vevnaður kannaður fyri onnur fiskasløg í toskaættini. Eisini varð øll kanningargongdin mett við at kanna akvariuvatn frá Sjósavninum. Í verkætlanini vórðu royndir av uDNA úr sjógvi samanbornar við trolveiðu á 35 hálum bæði á Landgrunninum og Føroyabanka. Niðurstøðan er, at uDNA kann nýtast til at kanna útbreiðslu av botnfiskastovnum við úrslitum, ið kunnu samanberast við vanligu yvirlitstrolingarnar.