Population dynamics of Calanus species within the southwestern Norwegian Sea – links to water mass distribution and Norwegian spring spawning herring
PhD-verkætlanin hevði til endamáls at fáa betri kunnleika til liviumstøðurnar hjá reyðæti og ávirkanina av uppsjóvarfiski, sum etur reyðæti. Fokus var á havøkið norðan fyri Føroyar, har samanrenning er ímillum heitan Atlantssjógv úr útsynningi og kaldan Íslandssjógv úr útnyrðingi, sum elvir til Íslandsfrontin.
Høvuðsúrslitini vóru m.a. at:
(i) Íslandsfronturin skilir reyðætið í tvær ymiskar populatiónir. Liviumstøðurnar í hesu báðum økjunum eru ymiskar, og hevur við sær at yvirvetrandi reyðæti í Atlantssjónum er smærri og hevur minni av lýsi enn reyðæti, sum yvirvetrar norðan fyri Íslandsfrontin.
(ii) Ymiskar mongdir av Íslandssjógvi rekur úr útnyrðingi inn á okkara øki norðan fyri Føroyar. Við hesum sjógvi rekur bæði tað vanliga reyðæti, Calanus finmarchicus og tað størra artiska reyðætið, Calanus hyperboreus. Neyva sambandið millum mongd av Íslandssjógvi og nøgd av C. hyperboreus ger, at C. hyperboreus kann verða brúkt sum indikator fyri broytingum í havumhvørvinum á okkara leiðum norðanfyri.
(iii) Í mai stendur sildin mest savnað, har mest føði er og eisini hevur hon ávikavist minni og meiri føði í magunum í tíðarskeiðum, tá lítið og nógv av subartiskum Íslandssjógvi rekur inn í Norskahavið. Tískil hevur rákið av Íslandssjógvi týdning fyri nøgdirnar av føði hjá norðhavssild norðan fyri Føroyar, og í Norskahavinum sum heild.