Climatic control of blue whiting and mackerel at the Faroese Crossroads
Vit hava lýst tær týdningarmestu broytingarnar í havveðurlagnum kring Føroyar seinastu árini, og vit hava funnið upprunan til hesar broytingar, bæði longri suðuri í Atlantshavi og í atmosferuni. Vit hava upparbeitt data av plantuæti sum eru mátað av fylgisveinum, og vit hava havt samstarv við serfrøðingar á hesum øki. Við hesum hava vit ávíst samband millum klimatisku variasjónirnar og mongd av plantuætu og í frumgróðri – grundalagið undir øllum vistskipanum. Samband er funnið millum ferðingarmynstrið hja makreli um heysti og veturin og hitalagið í sjónum, og møguleiki fyri at framsiga tilgongd til svartkjaftastovnin er ávístur.
Hóast hesi úrslit bert eru fyrstu stig í eini sera samansettari vísindi, so er sannlikt at tey einaferð kunnu brúkast í verðuligari umsiting av náttúrutilfeinginum í havinum. Hendan verkætlan hevur verið okkara lopfjøl til aðrar størri verkætlanir, har klima-vistskipan spurningar verða kannaðir víðari.
Endalig frágreiðing