Árstíðarbroytingar í vøkstri og yvirlivilsi hjá yngli á føroyska landgrunninum
Verkætlanin hevði til endamáls at kanna føðiviðurskiftini, vøksturin og yvirlivilsi hjá yngli (her ímillum toski, hýsu og nebbasild) á Landgrunninum. Serligur dentur varð lagdur á at kanna, hvørji umhvørvisviðurskifti (serliga føðinøgdir og sløg) hava størstan týdning fyri væl eydnaðan vøkstur og yvirlivilsi frá kleking um vári til fiskurin tekur botn á sumri.
Sýnir vórðu tikin av fiskayngli á 5 túrum frá apríl til juni í 2019. Hesa tíðina livir yngulin uppi í sjónum, har hann einamest etur djóraæti. Túrarnir eydnaðust væl. Gróðurin tók seg ikki upp fyrr enn í juni hettar árið, og tað er nakað seinni enn vanligt. Týðiligt var, at fiskayngulin hevði ein lakan vøkstur og lágt yvirlivilsi vegna vantandi føði í hóskandi støddum (t.e. smáar til miðalstórar vatnloppur). Ein stórur fløskuhálsur sýntist at verða í seinnu helvt av mai.