
Lýsing eftir goymsluhøli
Havstovan leitar eftir goymsluhølum til prøvar. Hølini skulu brúkast til fjargoymslu av ymsum lívfrøðiligum og evnafrøðiligar prøvum, sum Havstovan hevur skyldu at varðveita. Talan er t.d. um prøvar tiknir umborð á rannsóknarskipum og á landingarmiðstøðum, so sum nytrur, sjógvprøvar og ætiprøvar.
Starvsfólk verða ikki knýtt at goymsluni dagliga, men skulu hava atgongd til hølini eftir tørvi.
Við hesum verður alment lýst eftir møguligum leigumáli til hetta endamálið hjá Havstovuni. Leigumálið kann vera í bygningi fyri seg ella í parti av bygningi. Ætlaða leigumálið kann fevna um verandi, nýggjan, útbygdan ella umvældan bygning.
Útboðstilfarið er at finna á samskiftispallinum Dalux her.
Spurningar og hjálp til samskiftispallin kunnu vendast til Kristian Mohr Heen á tlf 290880 ella krhe@lv.fo.
Freistin at lata tilboð inn er týsdagin 12. november 2024, kl. 14:00 á Dalux.
Viðkomandi tíðindi

Lýsing eftir goymsluhøli
04.11.2024
Havstovan leitar eftir goymsluhølum til prøvar. Hølini skulu brúkast til fjargoymslu av ymsum lívfrøðiligum og evnafrøðiligar prøvum, sum Havstovan he…

Styrkja samstarvið millum Havstovuna og íslendska Hafrannsóknastofnun
24.10.2024
Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, á íslendska Hafrannsóknastofnun, vanliga nevndur …

Børn og Havstovan á Sjómannadegnum
19.08.2024
Aftur í ár luttóku granskarar á Havstovuni á Sjómannadegnum í Klaksvík. Uppgávan var at kanna fisk, sum børnini høvdu fiskað fríggjakvøldið, tá fiskik…

Verkfrøðilesandi í starvslæru á Havstovuni
02.07.2024
Síðsta hálvárið hevur Jákup Jógvansson Clementsen, ið lesur á Danmarks Tekniske Universitet, verið í starvslæru á Havstovuni. Tað er partur av lesnaði…

Havstovan nýggja heimasíðu
04.06.2024
Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna. Nýggja heimasíðan er eit…

Vitjan úr Íslandi
04.06.2024
Í síðstu viku fekk Havstovan vitjan av systurstovninum í Íslandi – Hafrannsóknastofnun (HAFRÓ). Endamálið við vitjanini í Føroyum var at kunna seg um …

Skúlaflokkar vitja Havstovuna
08.05.2024
Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, og í hesum sambandi hava fleiri skúlaflokkar verið á vitjan á Havstovuni. Her hava tey hoyrt um, hvussu …

Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking
05.02.2024
Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt f…