{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Bróskfiskar

Chondrichtyes

Í flokkinum eru havmýs, hávar og skøtur.

Rættiligur beinvevnaður er ikki, men raðið er av bróski.

Bróskfiskar hava bæði kjaftbein og kjálkabein. Tenninar eru fastar í vevnaðinum uttan á bróskinum og verða endurnýggjaðar eftir tørvi. Bróskfiskar hava stívar og kjøtugar fjaðrar eins og lippufjaðraðir fiskar. Allir bróskfiskar hava makaðar tevgluggar og bæði uggafjaðrar og búkfjaðrar.

Øll skøtusløgini og nøkur hávasløg hava andahol aftan fyri eyguni. Her ígjøgnum tekur fiskurin inn sjógv til andadráttin, tá ið kjafturin ikki er opin. Hjá bróskfiskum hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn, eitt hvørjumegin við innara kant á búkfjaðrunum. Gitnaðurin er innvortis, t.e. at kall- og kvennfiskar makast, og ungin klekist inni í einum eggi inni í kvennfiskinum. Summi sløg leggja livandi ungar, onnur leggja egg við einum meira ella minni búnum unga í.

Bróskfiskar verða skildir sundur í tveir bólkar, sum eru heilskøltar Holocephali, sum eru havmýsnar og tvørmunnar Elasmobranchii, sum eru hávar og skøtur.

Havmýs

Chimaeriformes

Í hesum hópinum eru 3 ættir við 6 slektum og 33 sløgum.

Av teimum eru við Føroyar 2 ættir við 4 slektum og 5 sløgum:

Nasahavmúsaættin (Rhinochimaeridae): Nevhavmús og tranthavmús

Havmúsaættin (Chimaeridae): Havmús, smáoygda havmús og fjaðurfagra havmús

Havmýsnar skilja seg frá øðrum bróskfiskum m.a. við at hava eitt kápuskapilsi uttan á táknunum. Havmýsnar eru bulmiklar og hava ikki stert. Tær hava tvær ryggfjaðrar. Stóran pík við fremru ryggfjøðurina. Tær hava ikki roðslu. Kallfiskarnir hava ein flytiligan og krókskapaðan útvøkstur í enninum.

Havmýsnar liva um øll høv, niður á stór dýpi.

Makrelhávar

Lamniformes

Makrelhávarnir er ein heldur lítil, men rættuliga fjølbroyttur hópur av hávum við 7 ættum, 10 slektum og 15 sløgum.

Við Føroyar eru 3 ættir, við einum slagi í part:

Revahávaættin (Alopiidae)

Brugduættin (Cetorhinidae)

Hemaraættin (Lamnidae)

Hetta eru stórir hávar, við tveimum píkaleysum ryggfjaðrum og einari gotfjøður. Teir hava fimm táknarivur, hava ikki eygnalok, og teir hava stóran kjaft, ið røkkur aftur um eyguni. Teir flestu hava andahol.

Teir eru bæði nær landi og langt til havs.

Eygnalokshávar

Carcharhiniformes

Hesin hópurin hevur 8 ættir við um 49 slektum og 224 sløgum.

Av teimum eru undir Føroyum 4 ættir, við 6 slektum og 7 sløgum:

Reyðhávaættin (Scyliorhinidae): Íslandshávur, ringhávur, jensenshávur og smáblettuti reyðhávur

Kambhávaættin (Pseudotriakidae): Kambhávur

Slætthávaættin (Triakidae): Gráhávur

Bláhávaættin (Carcharinidae): Bláhávur

Hesin er tann talríkasti av hávahópunum.

Eygnalokshávarnir hava fimm táknaop, har tey aftastu eru oman fyri uggafjaðrarnar. Eina gotfjøður, tvær píkaleysar ryggfjaðrar. Teir hava eygnalok (blinkhinnu), summir bert lutvíst. Kjafturin røkkur aftur um eyguni. Nakrir hava andahol.

Teir liva bæði á djúpum vatni og á grunnum og eru bæði við botnin og uppi í sjónum.

Sekstáknahávar

Hexanchiformes

Í hesum hópinum eru 2 ættir við 4 slektum og 5 sløgum.

Undir Føroyum eru báðar ættirnar, við eini slekt og einum slagi í part:

Állahávaættin (Clamydoselachidae)

Sekstáknahávaættin (Hexanchidae)

Hesir eru teir mest primitivu hávarnir.

Teir hava eina píkaleysa ryggfjøður og eina gotfjøður. Báðar hesar fjaðrarnar eru aftarlaga á sporlinum. Teir hava ikki eygnalok. Táknarivurnar eru 6, tó okkurt slag av Hexanchidae hevur 7, við Føroyar tó bert við 6 táknarivum.

Teir eru í øllum teimum stóru høvunum, mest á djúpum vatni.

Skrubbhávar

Squaliformes

Hesin hópurin hevur 6 ættir, 24 slektir og 97 sløg.

Fiskar úr øllum 6 ættunum eru at fáa undir Føroyum, og tær hava her 10 slektir og 12 sløg:

Hávaættin (Squalidae): Hávur

Skrubbhávaættin (Centrophoridae): Skrubbhávur og nevhávur

Ljóshávaættin (Etmopteridae): Svarthávur, búksvarti hávur og døkkhávur

Svøvnhávaættin (Somniosidae): Glíggjhávur, langitrantur, føroyahávur og hákelling

Hornhávaættin (Oxynotidae): Hornhávur

Brandhávaættin (Dalatidae): Høvuðlítli hávur

Skrubbhávarnir hava andahol og 5 táknarivur. Teir hava tvær ryggfjaðrar, summi sløg við píkum frammanfyri, onnur uttan. Teir hava ikki gotfjøður, og eingir kjalir eru á klingruni.

Teir liva um øll høv, bæði djúpt og grunt.

Skøtur

Rajiformes

4 ættir eru í hópinum, 32 slektir og 285 sløg.

Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:

Skøtuættin (Rajidae)

Skøturnar eru eyðkendar við sínum flata kropsskapi, spísku gron og langa hala, oftast við nógvum píkum eftir baki og hala. Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni.

Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni.

Í stuttum um skøtur:

Halin á skøtu er í veruleikanum aftari partur av rygginum. Hann verður tó nevndur hali millum manna, og eisini her. Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast. Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið, teir hava nú.

Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi aftur úr sær, eitt hvørjumegin halarótina.