{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri.

Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá Jákup Sverra, sum í ár var væl norðari enn undanfarin ár. Tað var einans inn móti íslendska landgrunninum og í útnyrðingshorninum og landsynningshorninum av kanningarøkinum at lítið var at síggja. Aldursgreiningin av sildini vísir, at tað enn er 2016 árgangurin sum er bulurin í vaksna stovninum.

Svartkjaftur var at síggja í eystasta partinum av kanningarøkinum, har sjógvurin eisini er lutfalsliga heitari enn vestanfyri. Meirilutin av svartkjaftinum vóru 2 og 3 ára gamlir.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Bretlandi. Skipini úr Danmark, Noregi og Íslandi eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum.

Samlaða nøgdin av norðhavssild frá øllum rannsóknarskipunum, verður roknað á fundi um hálvan juni.

Øll túrfrágreiðingin kann síggjast her.

Sólvá Káradóttir Eliasen (solvae@hav.fo)

Viðkomandi tíðindi

  • Sildakanningar norðanfyri

    Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, fylgdust út av Havnini við túrbyrjan tann 30. apríl (sí

    Les meira

  • Jákup Sverri og Þórunn fylgjast á sildakanningar

    Í síðstu viku byrjaðu árligar felagskanningar av norðhavssild. Tað serliga í ár var, at Jákup Sverri og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, fylgdust út av Havnini í góðveðrinum hósdagin 30. apríl,

    Les meira

  • Stuttur túrur á Bankanum

    Ringt veður hevði við sær, at váryvirlitstrolingin á Føroyabanka bleiv nakað stutt, og einans 9 av 29 trolstøðum vórðu kannaðar. Mest varð fingið av hýsu (Mynd 1), og var meginparturin

    Les meira

  • Bacheloruppgáva nýggjur granskingarpallur

    Jákup Jógvansson Clementsen, sum lesur verkfrøði, vendi sær til Havstovuna í fjør at vita, um Havstovan hevði onkra uppgávu, sum hann kundi loysa í síni bachelorritgerð. Á Havstovuni hevur í

    Les meira