
Infektión av Makreli við Anisakis-rundormi
Grein er júst komin út í vísindatíðarritinum ‘FISHERIES RESEARCH’ um Anisakis-rundorm í makreli. Henda grein er ein partur av teim úrslitum, ið komu burturúr kanningunum innan eina FP7-verkætlan 2012-14 um rundormar í fiski. Havstovan luttók saman við øðrum vísindastovnum í Europa (Noreg, Italia, Frankaríki, Skotland og Spania).
Tilsamans 1801 makrelar vórðu kannaðir úr Atlantshavinum og Miðjarðarhavinum. Føroyaøkið hevur samanlagt minni nøgdir av Anisakis, tá ið talan er um allan fiskin (innvølir og vøddar samanlagt); men verður einans hugt eftir vøddunum, liggur Føroyaøkið á sama stigi sum hini økini (á leið 20-30 % av fiskunum infiseraðir við Anisakis í vøddum).
Nógv onnur áhugaverd vísindalig úrslit verða viðgjørd í greinini. Til dømis eisini, hvussu makrelstovnar í Miðjarðarhavinum blanda seg uppí makrelstovnarnar í Atlantshavinum.
Kanningarnar av makrelinum í føroyskum havøki vórðu gjørdar av Mourits Mohr Joensen og Dánjal Petur Højgaard.
Viðkomandi tíðindi

Gloyptur sjófuglur
Tá Jákup Sverri var til yvirlitstroling á Føroyabanka í vár, varð ein heldur forvitnisligur fongur funnin í einum toskamaga. Talan var um ein sjófugl, allarhelst lomviga. Allur fuglurin varð funnin…

ICES fundur á Havstovuni
Í farnu viku hevur Havstovan hýst einum ICES-fundi hjá arbeiðsbólkinum North Western Working Group (NWWG). ICES er altjóða granskingarstovnurin fyri fiskastovnar í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Stovnsmetingararbeiðið er býtt í fleiri…

Jákup Sverri og Þórunn fylgjast á sildakanningar
Í síðstu viku byrjaðu árligar felagskanningar av norðhavssild. Tað serliga í ár var, at Jákup Sverri og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, fylgdust út av Havnini í góðveðrinum hósdagin 30. apríl,…

Uttanríkis- og fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni
Hósdagin 30. apríl var Uttanríkis-og fiskimálaráðharrin, Bárður á Steig NIelsen, á vitjan á Havstovuni. Á vitjanini á Havstovuni fekk landsstýrismaðurin gjølliga kunning um virksemið hjá stovninum og havrannsóknarskipinum, Jákup Sverra.…
