28. Feb. 2022

Gýtingin hjá reyðæti um várið er í minking

 

Síðani 1997 eru á hvørjum ári gjørdar mátingar av eggframleiðsluni hjá reyðæti (Calanus finmarchicus) á Landgrunninum. Kanningarnar verða gjørdar síðst í apríl m.a. við tí endamáli at kanna føðiviðurskiftini hjá toskalarvum, sum verða gýttar um hetta mundið, og sum fyrstu tíðina einamest eta egg og ungar frá reyðætinum. Mátingarnar eru nú greinaðar, og úrslitini frá kanningunum eru nýliga kunngjørd í greinini “Declining pre-bloom Calanus finmarchicus egg production adjacent to two major overwintering regions in the Northeastern Atlantic”. Ørkymlandi er at síggja, at gýtingin er minkað frá 1997-2020 (Mynd 1). Serliga sæst, at gýtingin var størri í tíðarskeiðinum 1997-2007 enn í 2008-2020.

 

Mynd 1. Broytingar í eggframleiðslu hjá reyðæti (C. finmarchicus) síðst í apríl 1997-2020. Blátt bendir á eina minking og reytt bendir á eina øking.

 

Reyðæti er í dvala í djúpum, køldum sjógvi um veturin. Í februar-apríl vaknar reyðæti, ferðast til ovaru løgini í sjónum og byrjar at gýta. Hendan fyrsta gýtingin er lutvíst stuðlað av feittgoymslum frá árinum fyri, men høvuðs eggframleiðslan um várið og summarið er í stóran mun tengd at nøgdini av tøkari føði (plantuætigróðuri). Stórur partur av reyðætinum um okkara leiðir kemur við yvirflotssjógvi úr Norskahavinum. Tað streymar ígjøgnum Bankarennuna, og verður so flutt inn á Landgrunnin í høvuðsheitum vestanfyri oyggjarnar. Reyðæti kann tó eisini hugsast at koma við streymum úr økinum sunnan fyri Ísland.

 

Nýggja greiningin vísir, umframt eina minking, at framleiðslan av eggum ikki er jøvn um Landgrunnin, men er størst í einum øki vestanfyri (Mynd 2). Orsøkin er helst, at nøgdin av føði er størst her. Æti melur við klokkuni runt Føroyar og áhugavert er, at toskur hevur gýtingarøki júst í somu økjum, har eggframleiðslan hjá reyðæti er størst.

 

Mynd 2. Miðalgróður (mg klorofyl a/m3) og eggframleiðsla hjá reyðæti (C. finmarchicus) (egg/hon/dag) síðst í apríl 1997-2020. Blátt er lítið og reytt er nógv. Svørtu linjurnar eru 100 og 200 m botndýpi. Hvíta brotastrikan vestanfyri vísir ein part av sjóvarfalsfrontinum, har nógv innrák frá opnum havi á Landgrunnin er (víst við hvítum píli).

 

Nýggja greiningin kundi ikki siga, hví ein minking er farin fram, men fleiri møguleikar eru. Tað er áður staðfest at reyðæti kemur fyrr úr dvala í dag enn fyri 2008. Tískil er tað hugsandi at eggframleiðslan er flutt til fyrr á árinum, og at mátaða minkingin síðst í apríl stavar frá hesi forskjóting, og er ikki minkað sum heild. Men uttan mun til um framleiðslan nú byrjar fyrr ella er minkað sum heild, so hevur minkingin í apríl sannlíkt neiliga ávirkan á fiskalarvur um várið. Veðurlagsbroytingar (upphiting) ella broytingar í havstreymum kring Føroyar kunnu harumframt ávirka eggframleiðsluna. Øktur hiti minkar miðalstøddina á reyðeytinum, og tá minkar framleiðsluføri eisini. Góðskan á føðini kann eisini ávirka eggframleiðsluna. Reyðæti dámar best kisilalgur, men nøgdin av kisuli (silikat) í Norðuratlantshavinum er minkandi, og sostatt kann nøgdin av kisilalgum eisini verða minkað. Allar hesar møguligu orsøkir til minkandi eggframleiðsluna í apríl eiga at verða kannaðar nærri í framtíðini.

 

Greinin er prentað í tíðarritinum “Frontiers in Marine Science” og kann lesast her.

 

Sólvá Jacobsen hevur saman við Eilif Gaard og Hjálmari Hátun greinað tølini og skrivað greinina.